fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 18.4m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.10.2018 (10:22)

Lið av flóttafólki skal kappast í OL

Tá ið olympusku leikirnir verða í Tokyo um tvey ár, verður eisini eitt lið av flóttafólkum við í kappingunum. Talan er um ítróttarfólk úr fleiri londum, men sum hava verið noydd at taka til rýmingar úr heimlandinum av kríggi, neyð og forfylging.

 

Flóttafólkini kappast undir olympiska flagginum og undir olympiska eyðkennislagnum, og fyribils eru yvir 50 ítróttarfólk, sum eisini eru flóttafólk, úttikin til flóttafólkaliðið, men enn er óvist, hvussu fjølment liðið verður, siga umboð fyri olympisku nevndina í morgun.

 

Flóttafólk vóru eisini við á olympisku leikunum í Rio de Janeiro í 2106, tá vóru 10 ítróttarfólk á liðnum, tey vóru úr Etiopia, Suðursudan, Sýria og úr Kongo.


Olympiska nevndin sigur, at hetta er fyri at gera vart við flóttafólkakreppuna, og fyri at vísa samhuga við teimum umleið 68,5 milliónum flóttafólkunum sum eru kring um í heiminum, men sum mangan verða gloymd.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her