Liðið hjá Hákuni misti í oddastríðnum

Füchse Berlin tapti fyri Melsungen, og nú er Magdeburg stórur favorittur at vinna meistaraheitið

Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin misti í dag tvey týdningarmikil stig í kapprenningini við Magdeburg um at vinna týsku bundesliguni.

 

Füchse Berlin tapti á útivølli 28-30 fyri MT Melsungen. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Füchse Berlin er nummar tvey í bundesliguni við 50 stigum fyri 30 dystir. Magdeburg er fremst, eisini við 50 stigum, men teir hava leikt tveir dystir færri enn Füchse Berlin, og teir kunnu tí leggja sjógv millum seg og Füchse Berlin.

 

Füchse Berlin hevur bert fýra dystir eftir at leika í bundesliguni, og teir kunnu røkka 58 stigum. Magdeburg hevur seks dystir eftir at leika, og teir kunnu røkka 62 stigum.

 

Komandi týskvøld klokkan 19.45 skal Füchse Berlin á útivølli spæla seinnu fjórðingsfinaluna í EHF European League móti franska liðnum, Nantes. Fyrra fjórðingsfinalan í Max Schmelling høllini í Berlin endaði við javnleiki 33-33.