Hørður H. Askham, ið hevur verið uttanfyri við skaða seinastu vikurnar og liðfelagarnir í AB, sum spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini hava fingið nýggjan høvuðsvenjara.
Talan er um íslendska venjaran, Jóhannes Karl Guðjónsson, ið hevur verið hjálparvenjari hjá íslendska landsliðnum.
Farna sunnudag valdi leiðslan í AB at geva David Roupanah sekkin. AB liggur aftast í ovara endaspælinum í triðbestu deildini, og tað hevur fingið avleiðingar fyri David Roupanah.
Jóhannes Karl Guðjónsson hevur gjørt ein trý ára sáttmála við AB.
AB hevur fimm dystir eftir at spæla í ovara endaspælinum áðrenn kappingin endar.
Komandi fríggjakvøld spælir AB móti Nykøbing á heimavølli.
Kappingin í triðbestu donsku deildini endar 15. juni.