Liðið hjá Rakul hevur bjargað plássinum í deildini

Ringkøbing hevur vunnið tríggjar av fýra dystum í niðurflytingarstríðnum

Landsliðsmálverjin, Rakul S. Wardum og hennara liðfelagar í Ringkøbing hava bjargað plássinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Ringkøbing hevur vunnið tríggjar av fýra dystum í niðurflytingarstríðnum, og tær enda í ringasta føri á øðrum plássinum í niðurflytingarbólkinum.

 

Í dag vann Ringkøbing á heimavølli 30-27 á Bjerringbro. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15. 

 

Ringkøbing er fremst í niðurflytingarbólkinum við átta stigum. Nummar tvey er Skanderborg við seks stigum. Aarhus hevur tvey stig, og niðast eru Bjerringbro og Horsens við einum stigi hvør.

 

Rakul hevur tíverri ikki havt so stóran leiklut hesar seinastu dystirnar. Venjarin gevur fyri tíðina Idu Vium møguleikan í málinum hjá Ringkøbing tað mesta av tíðini. Rakul hevði í dag onga bjarging av átta møguligum málroyndum, meðan Ida Vium bjargaði átta av 27 málroyndum.

 

Ringkøbing endar kappingarárið á útivølli móti Skanderborg komandi sunnudag klokkan 14.