Liðini hjá Hákuni og Jóhan spæla steypahálvfinalur leygardagin

Leygardagin byrjar Final Four í týsku steypakappingini í Köln

Í morgin bíðar ein spennandi avbjóðing Hákuni West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen og liðum teirra, Füchse Berlin og Flensburg-Handewitt.

 

Í stóru Lanxess høllini í Köln verður Final Four í týsku steypakappingini, ið nevnist DHB Pokal.

 

Klokkan 15.10 spæla Füchse Berlin og Magdeburg, ið eru tey fremstu liðini í bundesliguni. Her er eingin greið favorittstøða hjá veddingarfyritøkunum.

 

Klokkan 18 spæla Flensburg-Handewitt og Melsungen. Flensburg-Handewitt hevur eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum.

 

Sunnudagin klokkan 14.35 verður finalan leikt í Lanxess høllini.

 

TV3 Sport vísir dystin millum Füchse Berlin og Magdeburg, og TV3 Max vísir dystin millum Flensburg-Handewitt og Melsungen. Báðar rásirnar síggjast á Televarpinum.