Liðugt við Vampire Diaries

Eftir átta árum er væl umtókta amerikanska sendirøðin »Vampire Diaries« komin til ein enda.

 

Sendirøðin hevur verið sera væl umtókt, hon hevur eitt nú vunnið fleiri heiðurslønir, og hvørja viku hevur sendirøðin havt yvir eina million hyggjarar.

 

Sendirøðin hevur snúð seg um tveir vampýrbeiggjar, ið báðir falla fyri somu gentu.

 

Síðsti partur verður vístur 10. mars.