Líður væl við stóru kistunum hjá Mest

Í samband við útbyggingina av Tórshavnar Havn er J & K Petersen í gongd við at stoypa nakrar tvær stórar kistur í dokkini hjá MEST á Skála .

 

Tær skulu standa við endan á grótkastinum, sum er lagt út nú. Kisturnar eru 18 metrar í diametur og ávikavist 18 og 14,5 metrar høgar.

 

Myndamaðurin var framvið dokkini hjá MEST á Skála í seinastu viku og tók hesar myndir. Sum sæst er arbeiði um at verða liðugt.

 

(Myndamaður: Ólavur Frederiksen)