Lindberg kemur neyvan aftur á HM-liðið

Danmark hevur bara tvær útskiftingar eftir til HM, og tær má landsliðsvenjarin nýta við skynsemi.

 

Nógv bandir á, at Hans Lindberg, sum mátti geva avboð eftir setanardystin ímóti Kili, ikki verður aftur at síggja á landsliðnum í HM endaspælinum.

 

Sjálvt um vongspælarin verður klárur aftur, so liggur tað ikki í kortunum, at Nikolaj Jacobsen, landsliðsvenjari, fer at brúka aðra útskiftingina til at fáa Hans Lindberg aftur á liðið.

 

Hann er noyddur at hava fleiri møguleikar í huganum komandi tíðina.

 

– Unnustan hjá Nikolaj Øris er komin á soppin, og eg vil fegin hava Henrik Toft aftur á liðið, um tað verður gjørligt.

 

– Samstundis eri eg noyddur at goyma eina útskifting til seinni í kappingini, um okkurt skuldi hent við málmonnunum, sigur Nikolaj Jacobsen.

 

– Harvið verður leiðin trupul hjá 37 ára gamla Hans Lindberg aftur á liðið.

 

– Hann verður her og fær viðgerð, men tað er greitt, at eg ikki fara at brúka eina útskifting afturat upp á at skifta Hans inn aftur í bólkaspælið og mest sannlíkt heldur ikki í millumspælinum.

 

– So kann tað vera, at tað sær øðrvísi út tá, um ikki vit hava brúkt útskiftingarnar, og Toft ikki verður klárur. Men tað sær einki út til, at Hans skal sleppa aftur í kappingina, sigur Nikolaj Jacobsen.

 

Hans Lindberg hevur verið partur av landsliðnum í skjótt 16 ár, og óhappið hjá honum hevur ávirkað í hópinum.

 

– Eg má siga, at tað var ein harður dagur fríggjadagin. Tað neit meg at fáa boðini um, at Hans tíverri er úti aftur, og eg haldi ikki, at eg argi Hans við at siga, at hann er komin til heystið í hondbóltsleið síni. Tað er hart hjá okkum øllum, sigur Nikolaj Jacobsen.

 

Í staðin fyri Lindberg er Johan á Plógv Hansen komin inn í HM bólkin. Føroyski spælarin í Bjerringbro-Silkeborg spælda sín fyrst dyst í HM endaspælinum ímóti Tunesia fríggjakvøldið.

 

/ritzau/