fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 12.04.2018 (21:14)

Línumenn í SALT

Filmurin er um okkara saltfiskalínuskip og tess manningar í tíðarskeiðinum frá 1956 til dagin í dag. Tó einamest tíðarskeiðið 1956 – 1994.

 

 

Hetta er tíðin har føroyingar fara frá gomlu træskipunum “sluppunum” til nýggj smíðað stálskip, sum byrjaðu at koma í 1957. Hesi skip fóru longu leiðina vestur um hav til Grønlands og Nýfoundlands á nýggjar fiskileiðir. Gomlu víkingaleiðina.

 


Hetta var tíðin, har ungir dreingir fóru til skips 14 ára gamlir og vóru burturi í 4 til 6 mánaðar. Filmurin er um línumennirnar við teirra persónligu søgum og frásagnum. Filmurin lýsir væl hesa tíðina, lívið umborð og tá teir komu inn í fremmandar havnir langt, langt frá Føroyum. Teir siga erliga frá lívinum, tá teir vóru inni í Nýfoundlandi – á vertshúsum teir flestu, tó onkur í kirkju og í onkrum guðshúsi. Hetta var tíðin, tá teir tóku countrytónleikin við sær heim til Føroya. Filmurin vísur væl lívið heima í Føroyum hetta tíðarskeiðið, úr Hattarvík og suður til Vágs. Tíðin tá teir koma heim og eru heima. Tordu mangan ikki at hyggja uppá fólk.

 

 

Hesir menn keyptu tey sonevndu 8 mm filmstólini í Grønlandi og í Ný Foundlandi. Tí finst ein ørgrynna av filmsupptøkum frá hesum túrunum og lívinum heima. 

Filmurin verður sýndur í SALT leygarkvøldið 14. apríl kl. 19:00.

Zacharias Hammer, ið hevur gjørt filmin, verðurætlandi  á staðnum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her