Lítið av lunda

Hetta plagar at vera vertíð til at fleyga lunda, men í ár er øðrvísi í somáta.

Í ár er lundin friðaður, bæði í Nólsoy, Mykinesi og Skúvoy og í Suðuroy, eitt nú Sumba og Hvalba. Harvið er lundin eisini friðaður í Lítlu Dímun.

 

Tað eru lokalar grannastevnur, ið gera av, um loyvi skal vera at friða lunda. Á nevndu støðum er lundin friðaður, meðan aðrastaðni hava grannastevnurnar samtykt at geva avmarkað loyvi til royndarveiðu, í eina til tvær vikur.

 

Í Tindhólmi er eingin nakar lundi fleygaður í ár. Í Fugloy, Viðareiði og í Dímun hevur verið loyvi at fleyga lunda í stutt tíðarskeið.

 

Men samlaða myndin er tann sama. At lítið er til av lunda. Tað staðfesta bæði Bergur Olsen, fuglafrøðingur, og Janus Hansen, fuglafrøðingur og leiðari á djóradeildini á Náttúrugripasavninum.

 

- Eg havi verið í Skúgvi, og har ar lítið og einki at síggja av lunda, sigur Bergur Olsen við in.fo.

 

Náttúrugripasavnið hevur síðstu 2-3 árini talt lunda í Mykinesi.

 

Úti í Lamba, í Dalinum og úti í Hólminum eru størstu lundalond í Føroyum. Siðstu árini hevur Náttúrugripasavnið hugt í eini 300 holur.  Men at kalla ongar pisur hava verið at sæð.

 

Eftir ólavsøku fer Janus Hansen út í Mykines at hyggja í lundaholurnar. Men vónirnar um at síggja ungar í holunum eru ikki tær bestu, sigur hann.

 

Lundastovurin er ikki kannaður síðani 1989. Tá segði ein meting, at umleið hálv millión pør av lunda eru her um okkara leiðir.

 

Síðani tá hava fleiri mett, at lundastovnurin er í minking. Ikki minst tí minni er at føði, serliga nebbasild.

 

Myndin er úr Tindhólmi.