Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 14.03.2019 (23:32)

Lítla Langabrúgv ella Kim Larsen Brugvin

Longu í fjør áttu fólk í Keypmannahavn at kunna farið um nýggju brúnna, ið ávegis í býnum. Men steðgur kom í arbeiðið, tá ein krani brotnaði.

 

 

Men nú verður aftur farið at arbeiða við Lítlu Longubrúgv, ið er granni til sera kendu Longubrúgv. Hetta er ein brúgv til súkklur og til fólk, ið er til gongu. Brúgvin er nýhugsan av upprunaligu Longubrúgv, sum varð bygd í 1600 talinum.

 

 

Í 2017 varð alment sagt, at brúgvin fekk navnið Lítla Langabrúgv, og vísir hetta til størru brúnna, Langebro, ið er beint við síðuna av.

 

 

Men tá sangarin og tónleikarin Kim Larsen doyði 30. september í fjør, kom tó uppskot um at nevna brúnna Kim Larsen Brúgvin. Kim Larsen sang, sum kunnugt, um Langebro.

 

 

Enn veit ongin, hvussu leikur fer. Eittnú er vanligt, at eitt ár skal ganga, inna eitt stað kann uppkallast eftir deyðum persóni. Og familjan skal eisini takast við uppá ráð.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her