fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 1.9m/s

Leita á in.fo

Privat mynd hjá Benjamin Petersen

Hallur av Rana 16.06.2017 (13:46)

Lívið kom í vegin

Hendan greinin varð upprunaliga prentað í Vikuskiftis-Sosialinum 2. juni.

Tá ið Benjamin Petersen seinni hendan mánaðin letur úr hondum nýggja fløgu undir kunstnaraheitinum Son of Fortune, er tað fyrsta fløgan frá evnaríka tónleikaranum, síðan hann fyri tveimum árum gav út fløguna Perfume Variations.


Frammanundan hevði Benjamin Petersen gjørt vart við seg sum ein av Føroya dugnaligastu tónleikarum við tveimum egnum fløguútgávum, Benjamin Petersen í 2008 og Ghost with Skin í 2011, men legði hann veruliga føroyska tónleikaheimin fyri sínar føtur, tá hann sum annar parturin av Ave gav út Ave í 2014.


Til Faroese Music Awards 2015 vann Benjamin Petersen og Ave fýra heiðurslønir, harímillum ársins bólkur, ársins sangur og ársins útgáva, og um tað ikki var greitt fyri teimum flestu frammanundan, at ungi tónleikarin hevði ein lovandi framtíð, so varð tað sligið fast við sjey tumma seymi, tá Ave vann Væl-á-Veg prísin hjá Iceland Airwaves, Atlantic Airways og G! Festivalinum seinna sama summar.


Samband var fingið í lag við útvarpsstøðir, spælistøð og onnur í Týsklandi og framtíðin sá sera spennandi út, men beint tá Benjamin Petersen og Petur Pólson vóru á gáttini til tað, ið kundi flyta Ave útum Føroyar og út á ein størri marknað, kom lívið í vegin.


Ein smeitur
Alt tyktist at ganga rætta vegin, men fleiri óvæntaði ting gjørdu, at ferðin á tónleikinum mátti setast niður, meðan onnur, meira týdningarmikil viðurskiftir, fylti hugaheimin og lívið hjá Benjamin.


- Fyrst hendi tað, at Petur Pólson fekk eina heilabløðing. Tað steðgaði rímiliga nógv av tí arbeiðinum, ið vit vóru í gongd við, greiðir Benjamin frá.


At hin helvtin av Ave brádliga gjørdist sjúkur var ein veruliga smeitur hjá Benjamin Petersen, ið hevur høgar tankar um vinmannin.


- Petur Pólson er ein stórur partur av tí, ið eg geri. Hann er mín tekstligi og tónleikaligi partnari. Saman hava vit gjørt Ave, ið nokk er ein av teimum útgávunum, ið fólk hava tikið best ímóti av øllum tí, ið vit báðir hava gjørt. So tað var ein stórur smeitur, men hann kom tíbetur fyri seg aftur, sigur Benjamin.


Møttu sjúkrabilinum
Samstundis sum Petur kom fyri seg og Ave varliga byrjaði at spæla aftur, bleiv gleðin enn størri, tí unnusta Benjamin var við barn. Dóttir Benjamin og Maibritt bleiv fødd í apríl, alt gekk væl og vóru tey saman við stórusystrini, Ranju, spent uppá nýggju tilveruna.


Alt broyttist tó, tá Tekla bert var átta dagar gomul. Benjamin og eldra dóttirin, Ranja høvdu verið í býnum og hugna sær til sjónleik, men tá tey komu heim, vórðu tey møtt av einum sjúkrabili uttanfyri húsini. At byrja við vistu tey ikki hvat var áfatt, men gjørdist hetta tó greitt, tá tey møttu tveimum portørum við nýføddu dóttrini og einari skelkaði mammu.


Læknamál
Lítla Tekla og foreldrini vórðu koyrd út til sjúkrahúsið alt fyri eitt, har læknar og sjúkrasystrar beinanvegin fóru undir at kanna nýføðingin, meðan foreldrini stóðu hjálparleys og hugdu at.


- Vit komu inn í eitt rúm, ið var fult av læknum. Tekla lá har á einum borði, fleiri tól góvu ljóð frá sær, nálir vóru stungnar allastaðni í dóttur okkara og læknarnar og sjúkrarøktarfrøðingarnir tosaðu sínámillum á einum máli, ið vit ikki skiltu, minnist Benjamin Petersen aftur á, tá hann lýsir løtuna, tá læknarnir stríddust við at bjarga lívið hjá dóttrini.


Brádliga hoyrdi Benjamin Petersen tó ein setning í rúgvuni av fakmáli, ið hann skilti.


- Eg hoyrdi barnalæknan staðfesta yvirfyri restini av teimum, ið stóðu runt um borðið, at tað var hjartað, ið var trupulleikin. Líka skjótt sum hetta var staðfest, góvu tey henni alt fyri alt eina sproytu við heilivági, og so kom lív í hana aftur, greiðir Benjamin frá.


Undir skurð 
Á Landssjúkrahúsinum gjørdu læknarnir og sjúkrarøktarfrøðingarnir tað, ið tey kundu fyri at hjálpa lítlu Teklu, men tað varð greitt, at hon mátti sendast til Danmarkar.


- Vit blivu send við hasti til Danmarkar, har hon skuldi leggjast undir skurð. Men áðrenn tað, so mátti hon koma so mikið fyri seg aftur, at hon megnaði eina skurðviðgerð. Alt systemið hjá henni steðgaði jú upp, tá hon fekk tilburðin í Føroyum, sigur Benjamin Petersen.


Komin niður á Ríkissjúkrahúsið lá Tekla eina viku á neonatal deildini, meðan hon kom fyri seg. Eftir ætlan skuldi hon undir skurð eftir tvær vikur, men bleiv tað framskunda, tá ið tað gjørdist greitt, at heilivágurin ikki longur virkaði eftir ætlan.


Tíðin var komin at leggja Teklu undir skurð, men tað var ikki uttan váða. Foreldrini fingu nevniliga at vita, at eingin trygd var fyri, at dóttirin ikki fekk skaða av neyðugu viðgerðini.


- Hon kundi missa førleikar, fáa heilaskaða ella okkurt heilt annað. Men skurðviðgerðin var neyðug, sigur Benjamin.


Sjálv skurðviðgerðin eydnaðist væl, men tá dóttirin bleiv koyrd úr skurðstovuni, varð aftur galið.


- Hon fekk hjartasteðg, tá ið hon var komin inn á Thorax deildina. Tí bleiv hon við skundi skorðin upp aftur og givin hjartamassagu, og eftir trettan minuttir eydnaðist tað teimum at fáa lív í hana aftur, sigur Benjamin Petersen og heldur á.


- Eftir hetta livdu vit í óvissu um dóttir okkara hevði fingið skaða av skurðviðgerðini og hjartasteðginum. Eingin visti at siga okkum, hvat vit kundu vænta, tá hon kom úr respiratorinum, greiðir Benjamin frá.


Eitt heilt serligt vanligt barn 
Hóast óvissuna og hørðu byrjanina upp á lívið, so kom Tekla fyri seg, og so líðandi gjørdist hon betri fyri.


- Í dag er hon eitt vanligt barn. Hon trívist væl, veksur sum hon skal og er frísk. Tað eru eingin tekin um, at hon hevur tikið skaða av hjartatilburðunum. Hon hevur ov høgt blóðtrýst, men tað er vanligt í slíkum førum, og fær hon heilivág fyri tað, sigur Benjamin Petersen.


Tó at hon er frísk í dag, so kann tað vera at Tekla seinni lívinum má leggjast undir skurð aftur. Trupulleikin botnaði í, at høvuðsæðrin í hjartanum var ov smøl, og tí pumpaði hjartað ikki nokk av iltaðum blóði út í kroppin hjá henni.


- Tað kennist løgið onkursvegna at liva í óvissu, men sum nú er, so hevur hon tað gott. Vit merkja eisini tað, at vit eru í góðum hondum, sigur Benjamin um hjálpina frá læknum og sjúkrarøktarfrøðingum.


Ringt at byrja aftur 
Eftir tveir mánaðir vendi lítla familjan heimaftur til Føroyar, men tað var als ikki so lætt, ið man kundi væntað, greiðir Benjamin frá.


- Tá høvdu vit í meir enn tveir mánaðir liva undir áhaldandi strongd. Vit vistu ikki, hvat fór at henda og vóru stúrin fyri Teklu alla tíðina. Men brádliga ein dagin fingu vit boðini, at hon var nóg frísk til at vit sluppu heim, sigur Benjamin og heldur fram.


- Nú skuldu vit heim at liva sum ein vanlig familja. Keypa inn, halda hús, koyra eldru dóttrina í skúla, eg aftur til arbeiðis og at umgangast fólki aftur. Tað var øgiliga løgið, og tók tað mær langa tíð at fáa gerandisdagin upp at koyra aftur, sigur Benjamin.


Sjúkralegan hjá dóttrini hevur eisini sett síni mark í Benjamin, sum í dag er meira takksamur fyri ta hjálp, ið vit føroyingar hava so lætta atgongd til.


- Eitt tað ringasta, ið kann henda, er at missa barn sítt. Tann kensla kann ikki lýsast. So í dag eri eg takksamur fyri, at sjúkraverkið er so gott, sum tað er. At læknar hava førleikarnir at fara inn í eitt so lítið hjarta og fáa tað at virka aftur, sigur Benjamin.


Sangurin er sterkasta amboðið 
Undir sjúkraleguni hjá dóttrini valdi kendi tónleikarin at venda sær til tað sterkasta amboðið, ið hann kennir, tá hann sat við dóttrini.


- Eg sang fyri henni hvønn dag. Tónleikur er eitt tað sterkasta amboðið, ið vit menniskjur hava. Tað ber ikki til at seta orð á tær kenslur, ið tónleikur vekir í fólkum. Tað er eisini mín máti at úttrykkja meg á, tónleikurin er mítt mál, so sjálvandi sang eg fyri henni, greiðir Benjamin frá.


Nú dóttirin er komin fyri seg aftur, og tilveran er vorðin meira støðug, følir Benjamin eisini, at tíðin er komin at venda aftur til tónleikin.


- Seinastu tvey árini hava verið hørð, men nú eri eg klárur at arbeiða við egnum tónleiki aftur. Tað var eingin kjansur, at eg megnaði at geva nakað út mitt í rokanum, men nú er tilveran aftur so støðug, at eg føli, at eg havi yvirskot at lata okkurt nýtt úr hondum. Tónleikur er gjørdur at koma út til fólkið, tí tað er tá ið hann verður deildur, at hann verður vaktur til lívs, sigur Benjamin Petersen.


Ave verður at hoyra aftur
Ein av verkætlanunum, ið Benjamin Petersen hevur ætlanir at menna víðari er bólkurin AVE, ið hann myndar saman við Petur Pólson. Sama vunnu teir Væl-á-Veg prísin hjá Iceland Airwaves, Atlantic Airways og G! í 2015, men vegna sjúku hevur nærum einki verið at hoyrt frá bólkinum síðan tá. Men um alt gongur eftir ætlan, so kunnu føroyingar vænta at hoyra meira frá bólkinum.


- Nýliga var Petur so óheppin at fáa ein blóðpropp. Vit høvdu sett tíð av at fara í upptøkuhølini at spæla fleiri løg inn, og eftir ætlan skuldu vit verið í upptøkuhølunum nú, men so vildi ikki. Men Petur kemur vónandi fyri seg aftur, og so gera við tað tá. Løgini eru har, og tey fara aldrin burtur. Tá tíðin er búgvin, so koma tey út, lovar Benjamin Petersen.


Hóast Ave hevði nógvar møguleikar at sleppa út í heim við tónleikinum áðrenn sjúka spilti kjansin, so er eingin beiskleiki at hóma hjá Benjamin Petersen í dag.


- Vit høvdu stórar ætlanir við bólkinum og nógvar bóltar í luftini. Fløgan hjá Ave varð útgivin í Týsklandi og vit skuldu á konsertferð. Alt møguligt kundi hent, men lívið vildi tað ikki ordiliga. Tað má eg bara góðtaka, sigur Benjamin Petersen og heldur fram.


- Eg tími ikki hyggja aftur og iðra meg yvir spilta kjansin. Tað týdningarmiklasta er, at vit hava tað gott. Tónleikurin er komin út, og hann livir millum fólk. Tað eri eg glaður fyri. Og eg eri takksamur fyri, at vit hava tað gott, hóast bæði eg og Petur hava verið gjøgnum alt møguligt. Tað er tað týdningarmiklasta, sigur Benjamin Petersen.


Eydnusonur 
Fyrsta fløgan í tvey ár frá Benjamin Petersen er á veg til landið, og verður givin út seinni í mánaðinum. Fløgan hevur fingið heitið Fullmáni, men merkisvert er, at Benjamin Petersen hevur valt at útgeva fløguna undir einum nýggjum navni.


- Fyriuttan Ave, so havi eg altíð givið tónleik út undir navninum Benjamin, men til nýggju verkætlanina havi eg tikið kunstnaraheitið Son of Fortune, ið merkir eydnusonur, greiðir Benjamin Petersen frá.


Tað eru ymiskar orsøkir til, at Benjamin Petersen nú velur at framføra og útgeva tónleik undir einum nýggjum navni.


- Mær dámar væl navnið og týdningin av tí. Men tað er eisini tí, at í øllum meldrinum av interneti, Spotify og Itunes, so er torført at finna Benjamin, tí tað eru túsund Benjaminar til í verðini. Tá man fer á Spotify og leitar, so skal man veruliga leita fyri at finna mín tónleik. Son of Fortune er tað eingin annar, ið brúkar, greiðir Benjamin Petersen frá, ið eisini sær eitt frælsi í at brúka eitt annað navn.


- Onkursvegna er tað deiligt at kunna leggja tær ymsu byrðurnar í koma við at framføra sum tónleikari á Son of Fortune og ikki á meg sum privat persón. Eg elski tað eg geri, og eg livi fyri tónleikin. Tað er ikki nakað, ið eg geri fyri løtu vinning ella fyri at blíva kendur, men tað at spæla tónleik er mín háttur at liva. Men eg eri eisini so nógv annað, m.a. pápi at tveimum børnum, sigur Benjamin Petersen.


Gamal tónleikur 
Hóast fløgan kemur út miðjan juni, so er tónleikurin á henni tvey ára gamal. Tónleikurin var nevniliga skrivaður og innspældur áðrenn sjúkan rakti Teklu.


- Summarið 2015 fóru eg og Jan Rúni Poulsen til Fuglafjarðar at jamma í hornorkesturrúminum, har vit so mangan hava sitið saman fyrr. Tað var okkara venjingarhøli, tá vit vóru tannáringar og er tað eitt sera týðandi stað í okkara menning sum tónleikarar, greiðir Benjamin Petersen frá.


Ætlanin var einans at hugna sær og spæla eitt sindur saman, men brádliga byrjaði nýggjur tónleikur at floyma úr teimum.


- Øll hugskotini til fløguna blivu gjørd hetta gandakenda fullmána kvøldið, og tí varð tað greitt, at temaið á plátuni skuldi vera fullmánin, greiðir Benjamin Petersen frá.


Teir báðir upptóku hugskotini á telefonirnar, og fóru síðan í upptøkuhølið við Mikael Blak. Við Fred Ruddick sum upptøkumanni, tóku teir alla fløguna upp uppá tríggjar dagar.


Til tekstirnar á Son of Fortune fløguni hevur Benjamin Petersen fingið hjálp frá tveimum monnum, ið eru kendir yrkjarar og rithøvundar.


- Av tí at løgini til plátuni komu til lívs á so serligan hátt, metti eg, at tekst alheimurin kravdi meir enn bert gerandismál. Tað skuldi vera okkurt størri, tí leitaði eg mær til yrkingasøvn. Yrkinga søvnini Pinna brenni til sosialismuna hjá Jóanes Nielsen og Opus 6: ein symfoni fyri æðrar hjá Petur Pólson blivu brúkt, og so skrivaðu eg og Petur eisini nakrar av tekstunum í felag, greiðir Benjamin Petersen frá.


Eitt fyribils farvæl 
Samstundis sum Fullmáni kann tulkast sum at Benjamin Petersen vendir aftur til tónleikin eftir tvey hørð ár, so er tað samstundis eisini eitt farvæl til Føroyar. Eftir summarferiuna flytur familjan nevniliga til Danmarkar, har Benjamin Petersen er sloppin inn á musikkonservatorium í Aarhus, meðan unnusta fer at lesa á design skúlanum í Kolding.


- Hetta er ein gamal dreymur, ið verður veruleiki. Eg søkti inn sum 15 og 16 ára gamal, men tá bleiv eg avvístur. Tað var bara gott, tí hetta noyddi meg út í ”veruliga lívi” at spæla og uppbyggja mína egnu yrkisleið, sigur Benjamin Petersen.


Tað førdi til eitt ártíggjund á føroyska tónleikapallinum, har hann hevur framført við nøkrum av teimum størstu føroysku nøvnunum og verið við á hópin av útgávum sum tónleikari, framleiðari, upptøkumaður ella ljóðblandari.


- Eg havi spælt saman við fantastiskum fólkum sum Eivør, Hanus G., Guðrið Hansdóttir, Teitur og Kára P. Eg havi spælt saman við listafólkum, ið eg elski tónleikin hjá. Eg havi verið úti og spælt eina rúgvu, fingið royndir, men nú er tíðin búgvin at prøva okkurt annað. Eg fari at lesa tónleik og kanska grava eitt sindur í tí, ið eg geri. Tað verður spennandi hvat kemur burturúr tí, sigur Benjamin Petersen.