fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 3.3m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 09.01.2018 (07:59)

Ljóðar at Oprah Winfrey stillar upp til forsetavalið í USA í 2020

Níggju minuttir langa mergjaða røðan hjá sjónvarpsvertinum Oprah Winfreys til Golden Globe-handanina mánanáttina hevur av álvara birt lív í leysasøugur um, at hon ætlar at stilla upp til forsetavalið í Amerika í 2020.

 

Í fjør heyst avsannaði hon alment, at hon hevur ætlar sær í landsins hægsta embæti. Tó viðmerkti hon samstudis, at sigurin hjá Trump hevði fingið hana til at endurumhugsa kvalifikatiónskrøvini til Hvítu Húsini.

 

Oprah Wintrey hevur enn ikki viðmerkt seinastu leysasøgurnar um, at hon møguliga skal stilla upp, men gav maður hennara síðani 1986, Stedman Graham, leysasøgunum nýtt lív:

 

– Tað er upp til fólkið. Hon fer heilt avgjørt at gera tað, segði hann við Los Angeles Times.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja video frá AFP/RITZAU.

 

/ritzau/

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her