fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 6.6m/s

Leita á in.fo

Sólvit Nolsø 20.04.2017 (14:51)

Ljóðbrot á Rás2: Høgni hevur enn vón um semju

Tað er óheppið við ov nógvum útmeldinum áðrenn uppskotið er borðið niðan, men eg vænti enn, at ein semja fæst.


Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú samgongan hevur sitið saman og samráðst á Tvøroyri í tveir dagar, men uttan eitt endaligt úrslit spurdist burturúr.


Sjónarmiðini um uppskotið byggja á nógv ymisk atlit og tí er tað nátúrligt, at nógv hava ymisk sjónarmið, sigur Høgni Hoydal, sum enn hevur ein vón um, at eitt endaligt uppskot frá samgonguni verður borðið niðan í tingið í apríl mánaði.