fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.11.2017 (23:00)

Ljósmøður royna privatan leist

Tríggjar ljósmøður hava sett á stovn Ljósmøðrahúsið. Sambært Business Line eru tað Annika Beinta Hoydal, Rannvá Jansdóttir Simonsen og Bjørt Joensen Dahl, sum hava sett íverksetarafelagið á stovn, við tí endamáli at veita ljósmøðratænastu, umframt viðkomandi handilsvirksemi.

 

Annika Hoydal er forkvinna í fakfelagnum hjá ljósmøðrunum og starvaðist sum ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum, men segði upp undir stríðnum, sum var millum ljósmøðurnar og leiðsluna fyrr í ár.

- Vit eru tríggjar ljósmøður, sum ætla at royna okkurt privat og bjóða okkurt nýtt. Vit fara altso at bjóða privata ljósmøðratænastu, sigur hon. Talan verður um heilsufremjan, fyribyrging og netverkan.

- Vit vilja eisini fegin gera okkurt saman við øðrum fakbólkum fyri føroyskar kvinnur. Vit vilja tí samstarva við heilsusystrar, fysioterapeutar og geva tað tilboðið, sum vit sakna í almennu Føroyum, sigur hon, men dylir ikki fyri, at hon vónar, at tað til endans verður tikið upp í almenna sektorin.

 

Fleiri serlæknar á Landssjúkrahúsinum hava eina privata praksis við síðunar av sínum almenna starvi, men hetta er so fyrstu ferð, at ljósmøður royna tað sama.

- Mær dámar ikki, at hetta verður eitt luksusprodukt, so eg havi ein dreym um, at hetta verður ókeypis at enda, og eitt tilboð í mongdini, sum kann nýtast saman við øðrum, sigur hon.

 

Annika Hoydal sigur, at væntandi verður ein móttøka seinni í hesum mánaðinum, og tá verður eisini meiri kunning at fáa um Ljósmøðrahúsið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her