Löfven feldur sum forsætisráðharri

Javnaðarmaðurin Stefan Löfven er júst feldur sum forsætismálaráðharri í Svøríki

Javnaðarmaðurin Stefan Löfven er júst feldur sum forsætismálaráðharri í Svøríki. Tað gjødist greitt undir atkvøðugreiðslu í svenska Ríkisdegnum fyri løtu síðani.

 

Hóast vongurin við Javnaðarflokkinum er størri enn borgarligi vongurin, so varð hann feldur, tí at borgarligi vongurin atkvøddi saman við Sverigedemokraterna. Teir borgarligu saman við Sverigesdemokraterna høvdu 204 atkvøður ímóti teimum 142 hjá veinginum hjá Javnaðarflokkinum.

 

Löfven skuldi hava í minsta lagi 175 atkøvður fyri at hóra undan. Men teir fýra borgarligu flokkarnir í Alliansen og Sverigesdemorkaterna høvdu til samans 204 atkvøður.

 

Ógreitt er, hvør fer at taka við sum nýggjur forsætisráðharri í Svøríki.

 

Sjálvt um Löfven varð feldur, verður tað hann, sum skal leiða fyribilsstjórina til ein nýggj stjórn er skipað.

 

/ritzau/TT