fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 2°C

Vindur 2.3m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.01.2018 (17:14)

Løgmaður: - Eg blandi meg ikki í ósemjuna á Tvøroyri

Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, hevur í dag fingið skriv frá Kristini Michelsen, tingmanni, har hann ger greitt, at hann ikki kennir seg bundnan at Javnaðarflokkinum á tingi, so leingi Javnaðarflokkurin á Tvøroyri ikki ynskir at samstarva við seg.

 

 

- Ein ósemja tók seg upp í sambandi við býráðsvalið á Tvøroyri, tá ið listarnir skuldu gerast. Tá valdi eg, at ikki blanda meg í lokal politisku ósemjuna. Síðani varð Kristin Michelsen valdur sum borgarstjóri og Javnaðarflokkurin varð í minniluta og uttanfyri ávirkan í býráðnum á Tvøroyri. Tá valdi eg eisini at lata vera við at blanda meg í støðuna. Nú hevur so ein ósemja tikið seg upp á Tvøroyri, har Javnaðarumboðini hava telvað seg til valdið og Kristin Michelsen hevur mist meirilutan. Og nú fari eg heldur ikki at blanda meg í ósemjuna á Tvøroyri, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í dag.

 

 

Løgmaður heldur, at ósemjuna á Tvøroyri mugu tey á Tvøroyri sjálvi loysa. Tí fram til í dag hevur málið ikki ligið á borðinum hjá løgmanni. Nú er tað tó endað hjá løgmanni, nú ósemjan ávirkan landspolitiska meirilutan.

 

 

- Samgongan hevur virkað sum ein minnilutasamgonga frá fyrsta degi, og kortini hava vit megnað at atkvøtt fleiri stórmál í gjøgnum. Tað vænti eg eisini vit klára nú. Gera vit ikki tað, so eru bert tveir møguleikar, tað er at skipa nýggja samgongu ella at skriva út nýval, sigur Aksel V. Johannesen í dag.

 

 

Víðari greiðir hann frá, at nú má hann hugsa seg um, og tosa við bæði flokkin og samgonguflokkarnar. Spurdur um hann ætlar at koyra Kristin Michelsen úr flokkinum, nú hann ferð eftir ferð hevur verið orsøk til rumbul innanhýsis í Javnaðarflokkinum, er løgmaður ivasamur.

 

 

- Nú má eg hugsa meg um, og nýta tað tíðina eg havi tørv á, at taka støðu til, hvussu vit skulu fara víðari frá hesari hendingin. Tað hevur sum so ongan skund júst nú, tí eingin atkvøðugreiðsla er á skránni fyrstu dagarnar, so nú skal eg taka støðu til, hvat rætt er at gera, sigur løgmaður. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her