fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 19.05.2017 (10:45)

Løgmaður: Eg fylgi ikki niðurstøðuni

Løgmaður hevur júst nú reagerað upp á tað, sum meirilutin í landsstýrismálanevndini er komin til í kæruni. 

 

 

Løgmaður sigur, at hann hevur ikki í hyggju at fylgja niðurstøðuni hjá andstøðutinglimunum í landsstýrismálanevndini av teirri einfaldu orsøk, at hon als ikki tekur faklig atlit, men einans politisk atlit.

 

 

- Við bara at taka politisk atlit máa andstøðulimirnir í landsstýrismálanevndini grundarlagið undan landsstýrismálanevndini. Tað heldur løgmaður, nú landsstýrismálanevndin hevur gjørt niðurstøðu í máli, har løgmaður er kærdur fyri at hava sett lóggávuna til viks í sambandi við niðurstøðu um, at § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini er yvirtikin.

 

 

- Tað er sera óheppið, at andstøðulimirnir í landsstýrismálanevndini ikki fylgja løgfrøðisligu ráðgevingini, sum greitt vísir, at lógarheimild er, ið gevur løgmanni rætt at lýsa § 14, stk. 2 at vera yvirtikið. Tað er óhoyrt, at landsstýrismálanevndin, ið hevur til uppgávu at hava rættarliga eftirlitið við løgmanni og landsstýrisfólkum, ikki fylgir løgfrøðiligu ráðgevingini, heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

 

 

 

- Eg fari ikki at ganga ímóti løgfrøðiligu ráðgevingini hjá Løgmansskrivstovuni, danska forsætismálaráðnum, kirkjumálaráðnum, barna- og sosialmálaráðnum, løgtingsfyrisitingini og løgfrøðiligu ráðgevingini hjá landsstýrismálanevndini. Tað havi eg eisini gjørt greitt í mínum hoyringarskrivi til landsstýrismálanevndina, sigur løgmaður í tíðindaskrivi í dag. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her