fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 5.6m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 20.04.2017 (22:23)

Løgmaður: Hava víst á hvar mørkini eru

Fyrr í kvøld skrivaðu vit her á in.fo, at Aksel V. Johannesen hevði givið samgonguni boð um, at støða skuldu takast til fiskivinnunýskipanina í kvøld, tí í morgin fer løgmaður av landinum. Løgmaður sigur, at hann hevur havt ynski um at fáa tað liðugt í kvøld, og fyri so vítt eisini í gjár, men at tað er einki krav, at tað skal vera júst í kvøld. Tí samgongan tingast enn, og roynt verður at tosa seg til sættis innan samgonguna.

 

 

Tá ið samgongan fór suður á Seglloftið týsdagin, var tað við seks punktum á skránni, sum skuldu viðgerðast. Trý teirra fann samgongan semju um, meðan eingin semja fanst um hini trý.

 

 

Í dag hevur in.fo síðani frætt frá samgongulimum, at Javnaðarflokkurin í dag hevur sent hinum báðum samgonguleiðarunum eitt skriv, har millum annað tey trý punktini, sum eingin semja er um enn, eru nevnd. Aksel V. Johannesen sigur í kvøld, at tað er rætt, at eitt skriv er farið til samgonguleiðararnar, men at tað bert er eitt skriv, sum staðfestir tey trý punktini man er samdur um, og síðani viðgerð tey trý punktini man ikki er samdur um. Millum annað við boðunum frá flokkunum øllum upp á, hvussu man kann loysa tey seinastu trý knútapunktini. Nøkur boð, sum lógu á borðinum, tá ið samgongufólk fóru til koys á Tvøroyri í hósnáttina.

 

 

- Eg kann forklára tað so, at í hasum skrivinum er millum annað víst á, hvar áleið mørkini hjá Javnaðarflokkinum ganga, sigur Aksel V. Johannsen.

 

 

Spurdur um, hvørt tey mørkini bróta nógv frá tí, sum landsstýrið upprunaliga hevur ætlað við nýskipanaruppskotinum, vil løgmaður ikki greiða nærri frá tí. Hetta einamest tí, at eingin samgongulimur vil alment greiða frá, hvørji hesi trý punktini eru, sum semja enn ikki er funnin um.

 

 

Les eisini: Avgerð um nýskipan skal takast í kvøld

 

 

Tað er tó lítil ivi um, at inni í Javnaðarflokkinum eru trupulleikar, tí millum annað tingmenninir á Tvøroyri hava verið atfinningarsamir um nýskipanaruppskotið.

 

 

- Tað er eingin loyna, at í ávísum spurningum hava ávís tingfólk havt trupulleikar við summum punktum. Men júst nú er tað ikki nakar flokkur sum so, sum er trupulleikin, men meira einstaklingar í øllum flokkum, sum hava ymiskar meiningar um fleiri lutir, og tað er tað vit hava roynt og royna at fáa semju um. Tað vænti og vóni eg framvegis fer at eydnast, sigur Aksel V. Johannsen og vísir á, at sum nú er, hava flokkarnir allir víst á, hvar mørkini ganga innan knútapunktini, og so verður samráðst út frá tí. Løgmaður væntar eina loysn í komandi viku. 

 

 

Meira um hetta á in.fo í morgin.