fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 5.5m/s

Leita á in.fo

Tað vóru 15 atkvøður fyri misálitisuppskotinum á løgmann, 17 ímóti - og ein atkvøða var blonk.

Vilmund Jacobsen 19.05.2017 (20:20)

Løgmaður reið stormin av sær

Drúgt orðaskiftið hevur í dag verið av misálitisuppskotinum á løgmann, Aksel V. Johannesen, sum teir tríggir formenninir í andstøðuflokkunum, Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana, í dag hava reist á løgtingi.

 

Nú løgtingið umsíðir hevur atkvøtt um misálitisuppskotið, er greitt, at tað er fallið. Tað vóru 15 atkvøður fyri, 17 ímóti - og ein atkvøða var blonk.

 

Teir tríggir floksformenninir vístu í misálitisuppskotinum á niðurstøðuna hjá meirilutanum í Landsstýrismálanevndini viðvíkjandi klagu um løgmann og avgerð løgmans at lýsa § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini at verða yvirtiknað.

 

Í misálitisuppskotinum vístu teir á, at Landsstýrismálanevndin eitt nú hevur staðfest, at ”...løgmaður ikki hevur virt § 46 í stýrisskipanini, tá hann uttan um løgtingið hevur tulkað § 14, stk. 2 í hjúnarbandslógini yvirtikna at vera...”

 

Meirilutin í Landsstýrismálanevndini kom til ta niðurstøðu, at “... løgmaður hevur gjørt eitt mistak við at tulka § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini yvirtikna í 2007, tí § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini er ikki yvirtikin, men er felagsmál, og tað eigur løgmaður at virða og taka til eftirtektar...”

 

- Eftir at niðurstøðan varð kunngjørd, segði løgmaður, at hann ikki ætlar sær at fylgja niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini - ei heldur at taka hana til eftirtektar.

 

Teir tríggir floksformenninir, Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana, løgdu dent á, at løgmaður ikki ætlar sær at virða Landsstýrismálanevndina, og tað meta teir tríggir álvarsamt, tí tað eftir teirra tykki merkir, at løgmaður setir seg oman fyri løgtingið.