Løgmaður váttar: Samráðast um nýggja samgongu

– Tað er rætt, at vit í kvøld hava fund við Miðflokkinum um at víðka samgonguna

– Tað er rætt, at vit í kvøld hava fund við Miðflokkinum um at víðka samgonguna.

 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í viðmerking til tað, sum Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum segði við útvarpið í kvøld.

 

– Men tað er altso ikki talan um, at nakar skal koyrast úr samgonguni, um nakar hevur skilt tað út frá tí, sum Jenis av Rana segði, sigur løgmaður.

 

Hann sigur, at talan er um at víðka samgonguna, sum tá hevur 19 tingfólk aftan fyri seg heldur enn 17, sum eru í dag.

 

Parlamentariska grundarlagið undir samgonguni verður tí 7 javnaðaratkvøður, 7 tjóðveldisatkvøður, 2 framsóknatkvøður, 2 miðfloksatkvøður og Sonja Jógvansdóttir.

 

Hóast løgmaður ikki vil kalla tað realitetssamráðingar, so váttar hann, at talan altso er um veruligar samráðingar við Miðflokkin um at fáa Miðflokkin upp í samgonguna.