Løgmaður: Vit valdu ein royndan politikara

Heðin Mortensen hevur verið politikari síðani hann varð valdur í Tórshavnar býráð 8. desember í 1972. Tá var løgmaður bara ein mánað gamal

Heðin Mortensen hevur verið politikari síðani hann varð valdur í Tórshavnar býráð 8. desember í 1972. Tá var løgmaður bara ein mánað gamal

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er føddur 8. november í 1972. Bara ein mánað seinni, tann 8. desember í 1972, trein Heðin Mortensen á fyrsta sinni inn á politiska leikpallin, tá hann varð valdur í Tórshavnar býráð. Síðani tá hevur hann verið politikari – og líka til í dag hevur hann verið býráðsliur í Havn. Men í dag mátti hann biðja sær farloyvi, tí sum landsstýrismaður kann hann ikki hava onnur størv.

 

Á samkomuni í Tinganesi í morgun, tá løgmaður innsetti Heðin Mortensen sum landsstýrismann, segði hann, at hann valdi ein royndan politikara at taka við sum landsstýrismaður, nú so stutt er eftir av valskeiðnum.

 

Løgmaður vísti á, at hóast Heðin Mortensen er 72 ára gamal, so merkist aldur ikki á honum. Hann segði, at tey hava havt góðar royndir av at hava tveir pensjónistar í landsstýrinum – og hann var fegin um, at við nýggja landsstýrismanninum verða tað framvegis 25 prosent av landsstýrisfólkunum, sum eru pennistar. Tað avspeglar samfelagið, vit liva í, segði hann.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja og hoyra løgmann.