Løgregla ákærir 18 ára gamlan fyri drápsroynd

Bumban í undirgrundartoki í London í síðstu viku kundi gjørt stóran skaða, sigur løgregluovasti.

Bumban í undirgrundartoki í London í síðstu viku kundi gjørt stóran skaða, sigur løgregluovasti.

 

Bretska løgreglan ákærir nú ein 18 ára gamlan drong fyri drápsroynd í sambandi við bumbuálopið í einum undirgrundartoki á støðini Parsons Green í London í síðstu viku.

 

Tað upplýsir løgreglan í bretska høvuðsstaðnum í tíðindaskrivi.

 

Í morgun segði løgregluovastin í London, at bumban – sum bara partvís sprongdist – var full í spreingievnum og metalpettum. Um hon hevði vrikað eftir ætlan, hevði hon kunna dripið nógv fólk.

 

30 fólk vórðu særd, tá bumban brast í einum tokvogni í meldurtíðini fríggjadagin 15. september.

 

Tey flestu av teimum særdu fingu forbrenningar, meðan onnur fingu skaða, tá fjáltur kom í fólk í tokinum og á støðini.

 

Minni enn eitt samdøgur eftir bumbuálopið var tann 18 ára gamli, sum nú er ákærdur fyri drápsroynd, handtikin í havnarbýnum Dover tíðliga leygarmorgunin.

 

Umframt hann eru tríggir aðrir ungir menn í aldrinum millum 17 og 30 ár framvegis í varðhaldi hjá løgregluni. Teir eru mistonktir fyri brotsverk, sum hava við yvirgang at gera.

 

Tveir aðrir menn, 48 og 21 ára gamlir, vórðu leyslætnir í gjár.

 

Tann 18 ára gamli maðurin verður settur fyri dómara seinnapartin í dag, uppýsir løgreglan.

 

/ritzau/