Leita á in.fo

Lagið hevur verið avbera gott á Summarfestivalinum

Áki Bertholdsen 12.08.2017 (08:41)

Løgreglan arbeiðsleys á Summarfestivalinum

Tað hevur verið stak friðarligt í nátt, bæði á Summarfestivalium í Klakvík, har fólk í túsundatali eru, og aðrastaðni í Landinum.

 

Løgreglan sigur, at tað einasta, tey hava havt at gera í nátt í sambandi við ófrið, er, at tey tóku ein mann í Havn. Hann ætlaði sær inn á eitt skeinkistað, men tey vildu ikki vita av honum, tí hann var dýrandi fullur. Og hann var so ólátaður í hesum sambandi, at løgreglan fór avstað við honum, og setti hann í brummuna í Klaksvík.

 

Annars eru tey á Summarfestivalinum væl mannað við samarittum, men tað var ikki meiri enn tað hendi seg, at ringt varð til løgregluna um fólk, sum vóru komin illa fyri í Klaksvík, og teir tilburðirnir sum vóru, tóku samarittarnir sær av.