Løgreglan ávarar um skulkidag í Hoydølum

– Árligi skulkidagurin, sum miðnámsnæmingar plaga at hava, er í dag. Siðvenja er at tarna morgunferðsluni í Hoydølum í krossinum við Eystara Ringveg

– Árligi skulkidagurin, sum miðnámsnæmingar plaga at hava, er í dag. Siðvenja er at tarna morgunferðsluni í Hoydølum í krossinum við Eystara Ringveg

 

– Teir bilførarar sum ikki hava hug at verða partur av hesum, kunnu leggja leiðina eftir Oyggjarvegurin.

 

Soleiðis skrivar løgreglan á Facebook í morgun.

 

Tað er eftir øllum at í dag, at studentskúlanæmingar í Hoydølum »eiga« at órógva ferðsluna – og tað verður helst fyri seinastu ferð, tí næsta ár verður skúlin ikki í Hoydølum, tí tað er hann fluttur í nýggja bygningin í Marknagili.

 

Men hetta er fyrstu ferð, at løgreglan hevur fyrireikað seg so væl, at fleiri løgreglufólk vóru á Hvítanesvegnum við løgreglubilum og motorsúkklu, tá næmingar komu við bussum stutt fyri klokkan hálvgum átta.

 

Um løgreglan klárar at halda skil á, ella ikki. fáa vit at síggja. Men í løtuni tykist røiðin av bilum at leingjast alsamt.