Løgreglan eyðmerkir russarar í eiturmáli

Fleiri russarar hava eftir øllum at døma verið upp í málinum og eitranina av fyrrverandi njósnaranum Sergej Skripal og dóttir hansara

Bretska løgreglan heldur seg hava eyðmerkt fleiri russarar, sum eru undir illgruna fyri at standa aftan fyri álopið við nervaeitrinum Novichok móti fyrrverandi russiska njósnaranum Sergej Skripan og dóttir hansara.

 

Tað skrivar bretsa tíðindastovan PA sambært Reuturs.

 

Teir mistonktu eru eftir øllum at døma russarar, sum hava verið uppi í drápsroyndini, sigur ein kelda við kunnleika til kanningararbeiðið við PA.

 

Samleikin hjá russarunum er váttaður av bretsku løgregluni við at samanbera upptøkur frá trygdarupptøkutólum við, hvørji fólk eru komin inn í landið um somu tíð.

 

Theresa May, forsætisráðharri, hevur alla tíðina ákært Russland fyri at standa aftan fyri nervaeiturálopið. Bretland og onnur lond hava svarað aftur við at útvísa fleiri russiskum diplomatum.

 

– Vit síggja hetta sum eina stóra provokatión, segði Dmitrij Peskov, talsmaður fyri russiska forsetan, Vladimir Putin, fyrr í juli.

 

Fyrrverandi russiski njósnarin Skripal og dóttirin Julia vórðu eitrað í bretska býnum Salisbury í marsmánaði.

 

Bæði eru komin fyri seg aftur.

 

Fyrr í mánaðinum doyði ein 44 ára goul kvinna, Dawn Sturgess, eftir at hon 29. juni var komin í samband við júst Novichok.

 

Saman við einum 45 ára gomlum manni small hon í einum húsum í Amesbury í syðra parti av Onglandi, sum liggur nærindis Salisbury.

 

Í fyrstuni helt løgreglan, at parið hevði tikið órein evni. Men tað kom seinni fram, at tey høvdu verið í samband við Novichok.

 

Løgreglan hevur fyrr sagt, at arbeitt verður út frá tí ástøði, at parið er komið í samband við restir av nervaeitrinum frá álopinum ímóti Sergej og Julia Skripal.

 

/ritzau/