Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 16.05.2018 (08:12)

Løgreglan farin í Hoydalar at ansa eftir næmingum

 Í morgun er eitt vælmannað løgreglulið farið niðan í Hoydalar at halda skil á næmingum í Hoydølum, og á tí nógvu ferðsluni, sum er har um vegir, serliga um morgunin, nú øll skulu til arbeiðis.

 

Ídag er nevniliga almennur skulkidagur í Hoydølum, og løgreglan sigur, at í ár hava tey enntá bjóðað øðrum skúlum at koma til Havnar at halda dagin saman við teimum, so tað eru nógvir næmingar savnaðir í Hoydølum í morgun.

 

Ein afturvendandi trupulleiki hendan skuldidagin er, at næmingar hava forðað ferðsluni rættiliga illa, og tað kunnu skjótt vandastøður taka seg upp í tí sambandi, tí ótolnir bilførarar og druknir og ovvekraðir næmingar er ikki ein heppin blanding.

 

Tí er løgreglan farin í Hoydalar at halda skil á og tey siga, at støðan er heldur frægri í ár enn hon mangan hevur verið.

 

Har eru altíð langar bíðirøðir kortini og næmingarnar hava so gingið ímillum bilarnar og býtt karamellur út, so fyribils hevur tað ikki verið verri enn tað, sigur Løgreglan. Men treyðugt so, nøkur verður ivaleyst ov sein til arbeiðis í morgun.

 

Løgreglan hevði eisini sambamd við næmingarnar í gjár og greiddi teimum frá um lógir og reglur. Í roynd og veru er tað ikki loyvt at tarna ferðsluni, og tey halda, at tað hevur hjálpt upp á tað, at tey hava tosað við næmingrnar, tí okkurt árið er tað farið yvir gevind.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her