fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 8.7m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 17.06.2017 (20:30)

Løgreglan liðug við kanningarnar á Tvøroyri

Løgreglan er nú liðug við kanningar í virkinum hjá Varðanum Pelagic, sum í síðstu viku brendi, og hevur Varðin nú yvirtikið økið aftur. Tað skrivar Tvøroyrar Kommuna á facebooksíðuni í dag.


- Sambært virkandi átaksleiðaranum hjá Tvøroyrar Sløkkiliði, Annfinn Hammerfoss Leo, so hevur Varðin yvirtikið økið aftur, eftir at løgreglan hevur gjørt sínar kanningar, skrivar kommunan á facebook-síðuni Tvøroyrar Kommuna.


Samstundis boðar kommunan frá, at trygdargeirin er minkaður enn meira, soleiðis at hann nú einans umfatar virkið hjá Varðanum.


Tað er tó ikki heilt vandaleyst at nærkast bygningunum, og tí heitir kommunan á fólk um at virða girðingarnar, ið eru.


Harumframt vísir kommunan eisini á, at nýggjar kanningarnar eru gjørdar av drekkivatninum í kommununi, og vísa tær, at borgararnir einki hava at stúra fyri, tí vatnið á Tvøroyri er reint at drekka. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her