fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Myndin er tilvildarlig.

Vilmund Jacobsen 13.04.2018 (20:18)

Løgreglan merkti ristingarnar

Fyri løtu síðan hoyrdu fólk í høvuðsstaðnum eina óvanliga harða spreinging og soleiðis, sum fleiri orða seg á Facebook um tilburðin, gjørdust bæði fólk og fenaður ógvuliga skakk.

 

Á løgreglustøðini í Havn sigur vaktleiðarin, at har hoyrdu tey eisini hørðu spreingingina, og tey merktu hana ógvuliga væl í bygninginum, eins og rútar klirraðu.

 

- Jú, hetta merktist ógvuliga væl. So skjótt, vit hoyrdu spreingingina, varð hugt út á Glyvursnes, og har sást, at teir júst høvdu latið skot av har úti.

 

Vaktleiðarin vísir á, at trupult er at siga, um løðingarnar hesaferð vóru sterkari enn vanligt. Í slíkum føri kann so nógv gera seg galdandi, eitt nú ættin, hvønn veg benið, sum skotið verður, vendur og ymiskt annað.

 

In.fo hevur eisini frætt frá fólki, at ristingarnar frá spreingini í kvøld vóru so ógvusligar, at tær eisini merktust ymsastaðni inni á Skálafjørðinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her