fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 10.8m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 25.09.2017 (21:53)

Løgreglan sóknast eftir vitnum

Løgreglan kannar framvegis fleiri innbrot, sum hava verið ymsa staðni í landinum seinastu vikurnar. Talan er um innbrot millum annað í Á-handilin við Landavegin í Havn, handilin hjá Amboð.fo í J.C. Svabos gøtu í Havn og innbrot í Vágunum og í Kollafirði.

 

Hildur Hentze, kanningarleiðari, sigur, at tey hava slóðir at elta í málunum og onkrar royndir eru sendar til Danmarkar at kanna, men fyribils er eingin handtikin í málinum.

- Um fólk halda seg hava sæð eitthvørt við tilknýti til innbrotini, so hoyra vit fegin frá teimum, sigur hon.

 

Hon sigur eisini, at í málinum um innbrotið í Viðareiði fyri eini tíð síðani, tá eitt peningaskáp bleiv tikið, stendur løgreglan mest sum á berum.

- Vit sendu nakrar royndir til Danmarkar at kanna, men úrslitini góvu okkum ikki nakað svar. Nú er peningurin afturíafturkomin, so líkt er til, at vit mugu leggja tað málið frá okkum, sigur hon.

 

Í málinum um eldsbrunan á AA-húsinum í Tinghúsvegnum í Havn í fjør summar, sigur hon, at nú menninir, sum løgreglan ákærdi fyri eldsbrunan vóru frídømdir í rættinum, verður tað málið eisini lagt til síðis.

- Rætturin metti ikki, at prógvini hjá okkum vóru nóg góð. Vit fara kortini ikki afturum aftur at kanna møguligar aðrar slóðir, tað avgerðina tóku vit longu tíðliga í kanningararbeiðinum, sigur hon.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her