Leita á in.fo

Barbara Holm 12.09.2017 (16:24)

Løgreglan spyr hvør eigur stolnu súkklurnar

Tað var í nátt, at løgreglan í Klaksvík hevði trupulleikar av útlendskum sjómonnum. Í fyrstu atløgu varð løgreglan boðsend tí ein sjómaður leikaði í inni á einum skeinkistaði, har hann breyt ein rút.

 

Løgreglan kom á staðið og koyrdi hann umborð aftur á skipið. Men skjótt varnaðist løgreglan, at hann hevði verið í lag við tveir landsmenn og skipsfelagar, og hesir báðir høvdu verið eina rundferð í Klaksvík, har teir høvdu stolið súkklur, sum teir ætlaðu at taka við sær umborð.

 

Tá ið løgreglan tók teir, høvdu teir stolið minst seks súkklur, men talan kann vera um fleiri.

 

Løgreglan hevur síðani einki frætt frá nøkrum, sum manglar eina súkklu. Men tað er eingin ivi um, at onkur er góður við súkklurnar, tí tær eru allar í góðum standi og lata til at vera hampiliga nýggjar.

 

- Er eingin, sum saknar súkklurnar, so verða tær seldar á uppboðssølu, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Tó væntar løgreglan, at fólk í Klaksvík fara at gera vart við seg, um tey mangla eina súkklu.