Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.10.2017 (08:30)

Løgreglan tók fimm bilførarar í gjár

Í gjár kannaði løgreglan ferðsluna og úrslitið av tí var, at fimm bilførarar vórðu skrivaðir upp.

 

Tveir tosaðu í handhildnari fartelefon. Tað er ikki loyvt og tað fáa teir 1000 krónur í bót fyri í part. Bótin hevur verið 500 krónur, men í eini roynd at at fáa bilførarar at taka tað í størri álvara, er bótin nú hækkað upp í 1000 krónur, har hon áður var 500 krónur.

 

Annars eru tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Ein koyrdi 107 kilometrar um tíman og ein koyrdi 108 kilometrar um tíman. Hetta var í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80, so teir fáa eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót

 

Verri var hjá einum øðrum bilførara sum koyrdi 115 kilometrar um tíman, har hann annars hevði loyvi til at koyra 80. Og hjá honum er koyrikortið í vanda, tí umframt at fáa bót, missur hann eisini koyrikortið treytað. Tað merkir, at áðrenn tríggirm mánaðir eru farnir, skal hann taka koyrikortið av nýggjum, annars missur hann tað.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her