Løgreglan: Verið varin við erotiskum myndum

Alt byrjar so væl, og tú heldur teg vera komin at kenna tey - hann ella hana - sum er í hinum endanum, men tað er ikki vist, at so er.

Løgreglan ávarar enn einaferð fólk um at ansa eftir erotiskum sambondum um teldupost og á sosialum miðlum við fólk í útlandinum.

 

- Tað er ikki soleiðis, at nakað ólógligt er í hesum millum vaksin fólk, men tað eru fleiri, sum eru komin illa fyri við slíkum sambondum.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti aftur í morgun at siga um eitt dømi, har fólk, sum hava sent myndir - kanska nakinmyndir - til útlendingar á netinum, verða kravd eftir pengum.

 

Alt byrjar so væl, og tú heldur teg vera komin at kenna tey - hann ella hana - sum er í hinum endanum. 

 

Men, tá tú so hevur sent onkra erotiska mynd avstað, kann onkur annar enn tann, tú hevur samskift við, koma á skíggjan, og tá verður tað ikki so stuttligt meira.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey javnan hava slíka mál, har fólk, sum eru komin soleiðis fyri, ikki vita síni livandi ráð.

 

- Tey verða kravd eftir pengum, um tann, sum er í hinum endanum, ikki skal senda myndina - ella myndirnar - víðari til vinir og kenningar.

 

Løgreglan sigur, at eitt nú kunnu slík fólk hótta við at senda myndirnar til vinarskarin á viðkomandi á Facebook, sum tey siga seg hava atgongd til.

 

- Talan kann vera um smáar upphæddir, sum fólk verða kravd eftir, men talan kann eisini vera um fleiri túsund krónur.

 

Vaktleiðarin kom í morgun við enn einari áheitan á fólk um at vera ansin og ikki ov góðtrúgvin á netinum, tá ræður um slíkt erotiskt virksemi, sum tikið varð til.

 

- Tað er ongantíð rætt at rinda pengar í samband við slíkar hóttanir, tí tað kann skjótt vera skrúvan uttan enda. 

 

Løgreglan hevur tey ráðini til fólk um ikki at senda erotiskar myndir til útlendingar, sum tey ikki ynskja skulu koma í aðrar hendur.

 

- Tað kann gerast ógvuliga trupult at uppklára, hvør tað er, sum í slíkum føri er úti eftir pengum, leggur vaktleiðarin aftrat.