fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.8m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 20.04.2017 (09:30)

Løgreglan: Við hjálp frá borgarum funnu vit fangan

Løgreglan sendir hetta tíðindaskrivið nú:

 

- Umleið kl. 08:20 boðaði ein løgreglueind frá, at við hjálp frá lokalum borgarum, høvdu teir handtikið tann eftirlýsta persónin í Kaldbak. Maðurin var væl fyri, eftir at hava søkt sær skjól í einum fjósi í nátt. Hann verður nú avhoyrdur á politistøðini í Havn.

 

 

- Talan er um ein 37 ára gamlan mann ið er dømdur fyri vápna heimarán í Danmark. Í eini roynd er maðurin sendur til Føroyar, har ætlanin var at hann skuldi sita í Varðhaldinum í nakrar mánaðir.

 

 

- Tað var í gjár umleið kl. 17:15, at løgreglan fekk boðini frá Arrestini í Mjørkadali um, at ein fangi var rýmdur. Løgreglan setti eina leiting í verk stutt eftir, og leitað hevur veri við m.a. hjálp frá servandum løgregluhundum í umráðnum við Mjørkadal, Kaldbaksbotn og í haganum eysturmóti  Kaldbak. Leitingin bleiv steðga umleið kl. 23 í gjárkvøldið, og var hildið áfram í lýsingini í morgun.

 

 

Løgreglan takkar fyri áhugan og hjálpina, ið varð veitt fyri at finna tann eftirlýsta mannin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her