Løgreglan: Vísa myndir av bumbumanninum

Løgreglan í Manchester hevur nú sent út myndir av manninum, sum tey halda brast bumbuna í Manchester mánadagin.

 

Um 100 fólk luttaka í kanningararbeiðinum, upplýsir løgreglan í Manchester.

 

Bretska løgreglan arbeiðir framvegis allan sólarkringin við kanningum av bumbuspreingini í Manchester mánadagin, tá 22 fólk doyðu.

 

Tað upplýsir Greater Manchester Police í einum tíðindaskrivi í gjárkvøldið.

 

– Alt liðið arbeiðir allan sólarkringin. Í løtuni luttaka um 1.000 fólk í kanningararbeiðinum. Harumframt syrgja fleiri hundrað løgreglufólk og onnur trygdarlið fyri trygdini í Manchester, stendur í skrivinum.

 

Í tíðindaskrivinum eru eisini myndir av 22 ára gamla Salman Abedi, sum verður hildin at vera maðurin handan bumbuspreingingina.

 

Myndirnar eru tiknar av vakmyndatólum í Manchester mánakvøldið.

 

Avhoyringar av teimum higartil 13 handtiknu og fleiri rannsóknir hava givið løgregluni nógv at vita um illgerðarmannin.

 

– Seinastu dagarnar hava vit savnað saman umfatandi kunning um Abedi og tey, sum hava hjálpt honum, um fíggjarstøðuna, um hvar hann hevur verið, og hvussu bumban varð gjørd, stendur í tíðindaskrivinum.

 

Sambært bretsku løgregluni var Salman Abedi í íbúðini í miðbýnum í Manchester, áðrenn hann fór til konsertarenaina mánakvøldið.

 

Løgerglan heldur, at tað var í hesi íbúðini, at Salman Abedi gjørdi bumbuna lidna.

 

Greater Manchester Police leggur dent á, at kanningarnar halda fram við somu styrki í royndunum at skraseta alt fram til álopið á bretska stórbýin:

 

– Talan er um frammhaldandi kanningar. Vit kortleggja allar hendingarnar fram til ræðuligu hendingina fyri soleiðis at finna fram til, um tað vóru onnur, sum eisini vóru við til at skipa fyri álopinum.

 

/ritzau/