fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 6.2m/s

Leita á in.fo

Hetta trinið er forðing hjá koyristólsbrúkarum

Eyðun Klakstein 13.06.2018 (12:01)

Løgtingið: Nýlagdir flísar mugu takast uppaftur

Bert fáar dagar eftir, at arbeiðið at leggja flísar kring løgtingshúsið var liðugt og handað, er greitt, at partur av flísunum mugu broytast ella leggjast av nýggjum.

Orsøkin er, at koyristólsbrúkarin Heini Festirstein hevur gjørt vart við eitt trin, sum er forðing fyri tey, ið brúka koyristól, og tað heldur hann als ikki er hóskandi uttan fyri løgtingshúsið.

– Tað er ótrúligt, at tað ikki verður hugsað um slíkt í 2018, sigur Heini Festirstein.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, svarar í facebook kjaki, at trinið skal takast burtur skjótast gjørligt.

– Sjálvandi skal hetta fáast í rættlag. Antin við tillaging ella við at leggja allar flísarnar eystanfyri Tinghúsið av nýggum. Eg satsi uppá bæði – og tað skjótt eisini, skrivar Páll á Reynatúgvu.

Grót úr Skopun er brúkt til annars snøgga túnið í løgtinginum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her