Leita á in.fo

Hallur av Rana 09.10.2017 (19:27)

Løgtingsmaður undir illgruna fyri rúsdrekkakoyring

Um vikuskiftið tók løgreglan ein bilførara, ið var undir illgruna fyri at koyra við eini ov høga promillu. Tað er ikki nakað óvanligt við tí, tí løgreglan tekur regluliga fólk, ið hava drukkið ov nógv áðrenn tey setast handan róðrið.


Málið er tó serligt, tí í hesum føri var talan um Paula Trond Petersen, løgtingslim fyri Tjóðveldi, ið eisini er borgarstjóri í Vestmanna kommunu. Tað veit Kringvarp Føroya at siga í útvarpstíðindunum í kvøld.


Við Kringvarpi váttar løgtingslimurin eisini, at hann er tikin við eini ov høga promillu, og upplýsir, at hann hevði verið í 70 ára føðingardegi um kvøldið, og hevði drukkið onkra øl har.


Úrslitið frá blóðroyndin, ið skal staðfesta neyvu promillu, verður væntandi ikki klár fyrr enn eina til tvær vikur, og ikki fyrr enn tá kann staðfestast hvat revsingin verður, upplýsir Kringvarpið.


Um neyðugt er at revsa løgtingslimin, má løgtingið fyrst taka støðu til, um órinið skal takast frá Paula Trond Petersen, tí í samsvar við stýrisskipanini eru løgtingsmenn serliga vardir.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her