Løkke á landsfund hjá Sambandsflokkinum

Forsætisráðharrin kemur at hjálpa Sambandsflokkinum at vinna fólkatingsvalið, so flokkurin kann hjálpa Lars Løkke Rasmussen valdið í Danmark

Forsætisráðharrin kemur at hjálpa Sambandsflokkinum at vinna fólkatingsvalið, so flokkurin kann hjálpa Lars Løkke Rasmussen valdið í Danmark

 

– Landsfundur Sambandsfloksins verður fjølbroyttur og spennandi, og verður merktur av, at tað nú so smátt er byrjað eitt valstríð til fólkatingsvalið og løgtingsvalið, skrivar Sambandsflokkurin um fundin.

 

Á fundinum fer Bárður á Steig Nielsen, floksformaður, at leggja upp til politiskt kjak á landsfundinum, og Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri og formaður í Vinstra, verður gestur. Um kvøldið er veitsla

 

Sambandsflokkurin heldur landsfund annan leygardag.

 

Bárður á Steig Nielsen setur landsfundin og leggur fyri við uppleggi um politisku framtíð Føroya.

 

– Tað er eyðsæð, at vend má koma í. Sambandsflokkurin tryggjar framtíð Føroya í góðum samstarvi í Ríkisfelagsskapinum, skrivar flokkurin, og síðani fær fundarfólkið høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar.

 

Danski forsætismálaráðharrin og formaðurin í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen er gestarøðari á fundinum. Sambandsflokkurin skrivar, at hann er í toppformi og er eins og Sambandsflokkurin farin undir valstríðið.

 

– Lars Løkke Rasmussen er einasti maður í ríkinum, sum veit nær fólkatingsvalið verður, sjálvsagt bæði væntar og vónar hann, at Sambandsflokkurin vinnur annan fólkatingssessin aftur og harvið kann vera við at tryggja Danmark eina bláa stjórn, skrivar Sambandsflokkurin.

 

Atli Gregersen, Pál Weihe og Jana Ólavsdóttir eru eisini gestarøðarar á landsfundinum.

 

Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni Hiddenfjord fer at greiða frá um vakstrarmøguleikar í alivinnuni og um møguleikarnar fyri aling á landi o.a.

 

Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum fer at greiða frá um heilsuverkið, ta skjótu menning, sum er innan læknafrøðina og í hvønn mun, vit í Føroyum kunnu veita okkara borgarum trygd fyri, at vit eisini fáa ta viðgerð, sum nútíðin kann bjóða og innan rímiligt tíðarmark og til hvønn kostnað.

 

Jana Ólavsdóttir, jarðfrøðingur á Jarðfeingi,  fer at greiða frá, hvørjir møguleikar vatn og hiti í undirgrundini kunnu skapa fyri upphiting av sethúsum o.a. - vatn og hiti, sum eisini er partur av ráevnunum í føroysku undirgrundini. Talan er um at seta ferð á alternativa og grøna orku, og eisini fáa møguleikar fyri enn fleiri drekkivatnsgoymslum til húski og vinnuna.