Leita á in.fo

Brandur Sandoy 31.03.2017 (08:29)

Løtt loysn uppá alla bústaðarneyð

Rættulig bústaðarneyð er í Føroyum í hesum døgum.

 

Tilflytingin og ynski hjá føroyingum um at verða færri í húsi, hevur svára bústaðarneyð við sær.

 

Avleiðingin er at leigukostnaðurin serliga í høvuðsstaði okkara er farin til himmals, og somuleiðis kostnaðurin at seta føtur undir egið borð.

 

Eftirhondini tykist mær hjartaliga synd í teim ungu menniskjum sum byggja sær bústað í dag, og koma at sita sum trælir undir bankans oki í eini 30-40 ár. Tann ovurhonds kostnaður tað er at byggja sær ein bústað í dag, er ikki bara at rista av sær, tað krevur tvær ónormalt stórar lønir í minst 20 ár, fyri bara at fáa eitt rímuligt andarhald. Eitt bakkast í búskapinum kann forkoma øllum hesum fólkum.

 

Men hví er støðan vorðin so sum hon er?

 

Eg fari at pástanda, at nokk av bústaðum eru kring landið sum er, til at nøkta alla bústaðarneyð í dag. Tað krevur bara, at rættur bústaðarpolitikkur verður rikin.

 

Á Sandi búgva fólk í 200 húsum, meðan 70 hús standa gapandi tóm og myrk alt árið. Hesi hús eiga borgarar úr øðrum kommunum, fólk í útlandinum, og so framvegis.

 

Orsøkin til at tey standa tóm, er tí at tað er bíligt at hava hús standandi tóm. 

 

Tað kostar nevnliga millum lítið og onki at hava og eiga eini hús úti á bygd, og tí kunnu øll tað, serliga tey við einum oyra á bokini. Kommunur hava onga heimild at gera nakað við hesa støðu. 

 

Kommunur skipa bygdina við eini byggisamtykt, og í sethúsaøki vilja kommunur hava sethús. Men tær hava onga lógarheimild at tryggja sær, at húsini verða brúkt sum sethús, og tí er triðja hvørt hús á Sandi sum stendur í sethúsaøki summarhús.

 

Hetta er orsøkin til stóru bústaðarneyðina í dag. 

 

Vit í Sands kommunu hoyra dagliga um fólk sum leita eftir onkrum at leiga ella keypa, men her er onki til leigu ella sølu. Sjálvt um triðja hvørt hus stendur tomt.

 

Mítt tilmæli til lógarsmiðirnar á Vaglinum er, at geva kommununum heimild at krevja bústaðarskyldu. Hetta hevði havt við sær, at summi høvdu flutt hagar fyri at kunna havt húsini framvegis, meðan onnur høvdu selt.

 

Fleiri hús høvdu blivið til sølu, og prísurin hevði lækka.

 

Fingu vit 70 borgarar knýttar at húsunum sum standa tóm, og fingu skattin frá teimum, so skuldu vit bygt leigubústaðir í rúgvuvís, og nøkta einhvønn eftirspurning eftir húsum her suðuri.

 

Men hetta ber ikki til, so leingi sum lógarheimild ikki er fyri hesum.

 

Hetta er veruliga ein stórur trupulleiki, sum kann loysa alla bústaðarneyð ið vit hava í landinum í dag, um lógarsmiðir okkara tora.

 

Leggjast skal afturat, at hetta mál er ikki viðgjørt politiskt á Sandi, og tí stendur hetta fyri mína egnu rokning.

 

Brandur Sandoy, Borgarstjóri