Leita á in.fo

Tað var stormur og tíggju metrar høg alda, tá Hvidbjørnen royndi at koma teimum til hjálpar. Mynd: Hvidbjørnen.

Vilmund Jacobsen 11.03.2019 (23:49)

Lógu við ongum motori í illveðri

Tað var stormur og tíggju metrar høg alda, tá Hvidbjørnen royndi at koma einum grønlendskum trolara við átta monnum umborð til hjálpar. Trolarin, Polar Aassik, sum Polar Seafood eigur, var staddur umleið 40 sjómíl sunnan fyri innsiglingina til Prins Christianssund har suðuri í Grønlandi, tá motorurin gekk fyri.

 

Tá Hvidbjørnen kom á leiðina tíðliga fríggjamorgunin, var veðrið so ringt, at tað læt seg ikki gera at fara undir at sleipa. Sýnið var eisini vánaligt, og veðurfrøðingar lovaðu framhaldandi storm á leiðini. Skiparin á Hvidbjørnen helt tað ikki vera ráðiligt at fara undir sleip.

 

Tað er Ida Suhr Birkemose, tíðindaráðgevi hjá Arktisk Forsvarskommando, sum hevur vent sær til www.eb.dk við einum telduposti og hevur hevur greitt frá gongdini í málinum. Í staðin fyri at sleipa, legði Hvidbjørnen seg heldur hjá skipi og manning í sløk tvey samdøgur, áðrenn illveðrið hasaði nakað av.

 

Í gjár byrjaði Hvidbjørnen so at sleipa grønlendska trolaran, sum at enda var staddur 70 sjómíl úr Kappanum. Tað eydnaðist at fáa ein trossa umborð á Polar Aassik, soleiðis at sleipingin móti landi kundi byrja. Skipið skal sleipast til Nuuk.

 

Sleipiferðin hevur ligið um einar tríggjar til fýra sjómíl um tíman, og í fyrsta lagi verður trolarin sleipaður móti Qaqortoq. Tað hevur heldur ikki gingið betri enn væl, tí í morgun slitnaði sleipitrossin, men tað eydnaðist at gera fast aftur í skipið.

 

Ætlandi skal Polar Aassik sleipast til Nuuk, men tá Hvidbjørnen er komin til Qaqurtoq við trolaranum, skal ein annar sleipibátur ætlandi taka yvir og sleipa Polar Aassik restina av teininum, sum er nakrar hundrað fjórðingar langur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her