Leita á in.fo

Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu tekur fult undir við borgarstjóranum í Eysturkommunu.

Vilmund Jacobsen 05.12.2018 (20:51)

Lokalpolitikkur tryggjar ikki ferðsluna

Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni, tekur fult undir við áheitanini hjá borgarstjóranum í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, á landsstýrismannin í samferðslumálum, Heðin Mortensen.

 

Jóhan Christiansen hevur nevniliga heitt á landsstýrismannin um at lata tilráðingina hjá serfrøðini – Landsverki – vera vegleiðandi fyri, hvussu vit byggja okkara land, sum borgarstjórin tekur til.

 

Tað, sum báðir borgarstjórarnir, ávikavist í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, sipa til, nú Eysturoyartunnilin nærkast, er greiða tilmælið hjá Landsverki um at byggja ein tunnil millum Gøtudal og Skálafjørð, samstundis sum ætlaða verkætlanin við nýggjum landsvegi í Skálafirði verður framd í verki.

 

- Tilmæli hjá Landsverki um, hvussu avbjóðingarnar við meirferðsluni í Eysturoy skulu loysast, er púra greitt, sigur Sonni á Horni, sum fyri eini tíð síðan eisini hevur verið á fundi við Landsverk um hesi viðurskifti.

 

Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu tekur fult undir við Landsverki um, at teir sløku 10.000 íbúgvarnir úr Norðoyggjum, Fuglafirði, Leirvík og Gøtu fáa eina nógv tryggari farleið millum nevndu øki og høvuðsstaðin, um tilmæli hjá Landsverki verður framt í verki.

 

- Vit, sum umboða fólkið her í økinum, vita, at partar av verandi vegastrekki eru merktir av ótryggleika, longu áðrenn Eysturoyartunnilin er komin. Eg havi leystliga talt upp, og úr Fuglafirði til Streymin eru einar 60 meira og minni vandamiklar av-og ákoyringar, sigur Sonni á Horni.

 

Hann vísir á, at sambært Landsverki verður eitt sonevnt ferðslulop við einum ferðsluvøkstri á umleið 2400 akfør um samdøgrið til og úr Havnini, tá Eysturoyartunnilin kemur.

 

- Landsverk vísir á, at ferðslumynstrið eisini fer at broytast, soleiðis at tey, sum áður hava koyrt inn eftir Skálafjørðinum fyri at koma til Havnar, nú fara at koyra út eftir fyri at koma suður. Sambært Landsverki merkir hetta, at fleiri fara at koma úr norðurøkinum ávegis til Havnar.

 

Sonni á Horni sigur, at sambært ferðsluframrokningum verður mett, at ferðslan runt roknað fer at veksa við 1.000 akførum á eystara armi á Skálafjørðinum, samstundis sum hon fer at minka við umleið 800 akførum á vestara armi ígjøgnum Skálafjørð, um ongar avleiddar verkætlanir verða framdar.

 

- Landsverk vísir eisini á, at teinurin í dag frá rundkoyringini í Gøtudali til tunnilsmunnan á Strondum er umleið 23 kilometrar langur, men við at gera ein tunnil úr Gøtudali til Skálabotn og síðani ein umfaringarveg í Skálafirði, fer at bera til at koyra uttan um bygt øki allan vegin úr Gøtudali til Havnar.

 

Sonni á Horni heldur, at tað er reinur lokalpolitikkur, nú róð verður framundir at gera stórar íløgur í Runavík, sum kanska fara at kosta ein triðing av tí, sum skilagóða tilmælið hjá Landsverki hevði kostað.

 

- Meginfarleiðin út eftir Skálafjørðinum er longu løgd á vestara armi, og tí er tað sjálvsagt skilagott at fylgja hesi ætlan upp, soleiðis sum Landsverk eisini mælir til – við tunli úr Gøtudali til Skálafjørð og síðan umfaringarvegi í Skálafirði.

 

Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu sigur, at við hesi ætlan verður tað bæði skjótt og trygt at koma út til tunnilsmunnan á Strondum, og tí tekur hann fult undir við tilmælinum hjá Landsverki og áheitanini hjá borgarstjóranum í Eysturkommunu á landsstýrismannin í samferðslumálum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her