Lokkaði mammu at senda sær fúlar myndir av barninum

Ein 42 ára gamal føroyingur situr í løtuni varðhaldsfongslaður í Danmark fyri at hava medvirkað til neyðtøku av einum fýra ára gomlum smádreingi

Ein 42 ára gamal føroyingur situr í løtuni varðhaldsfongslaður í Danmark fyri at hava medvirkað til neyðtøku av einum fýra ára gomlum smádreingi.

 

Tað váttar Henrik Gunst, politikommisserur og kanningarleiðari hjá Nordsjællands Politi í grein í Sosialinum í kvøld.

 

 

Málið byrjaði, tá maðurin varð handtikin tann 16. oktober klokkan 17:37. Sum Sosialurin skilir, fór handtøkan fram, tá maðurin kom úr Føroyaflúgvaranum í Kastrup Lufthavn.

 

Sambært skuldsetingini skal maðurin í tíðarskeiðnum frá 7. juni 2017 til 19. september í 2017, gjøgnum kjattsamrøður á Linkedin við ráðum og eggjan at hava við­ virkað til, at ein 42 ára gomul kvinna hevur framt kynsligan ágang ímóti fýra ára gamla soni sínum.

 

Í skuldsetingini verður farið inn í smálutir um, hvussu maðurin hann hevur biðið kvinnuna misnýtt nýtt sonin – og hesir smálutir eru ikki fyri sartar sálir.

 

Av tí at maðurin hevur kjattað við kvinnuna, so hevur løgreglan alt upp á skrift, sum maðurin hevur biðið kvinnuna gjørt.

 

Í skuldsetingini stendur, at maðurin eisini hevur vegleitt hana í smálutum, hvussu hon »betur« fær misnýtt dreingin.

 

Maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava biðið kvinnuna senda sær myndir og video av henni og dreinginum, meðan hon misnýtir fýra ára gamla dreingin.

 

Málið var fyri í rættinum í Lyngby dagin eftir handtøkuna, og tá varð maðurin varhaldsfongslað­ur. Síðani tá er varhaldsfongsling­in longd, eftir øllum at døma tvær ferðir.

 

Henrik Gunst, politikommiser­ur hjá Nordsjællands Politi sigur, at næsta freist er 27. desember, so fyribils situr maður í varðhaldi til ta tíð.

 

Meira er um málið í Sosalinum í kvøld.