Loksins eydnaðist tað hjá FC Hoyvík

1. DEILD: Hóast tað eydnaðist at vinna ársins fyrsta sigur, sum var ímóti AB, so er FC Hoyvík framvegis greitt undir niðurflytingarstrikuni

Mynd: FC Hoyvík

Tað hevur verið øgiliga tungt tey fyrstu sjey umførini hjá FC Hoyvík, har Bill Jacobsen er venjari, og har Heðin Askham er hjálparvenjari. Tað hava teir verið síðani undan kappingarbyrjan. Inntil í dag hevði FC Hoyvík spælt einaferð javnt og tapt seks dystir.

 

Tí var tað øgiligur fagnaður, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og FC Hoyvík hevði vunnið 1-0 ímóti AB, sum er á fimta plássi við 11 stigum. FC Hoyvík er næstaftast við fýra stigum.

 

Tað leyp ikki so nógv av hjá FC Hoyvík í dag, tí tað var fýra minuttir undan leikloki, at FC Hoyvík skoraði 1-0 sigursmálið. Málskjútti var Rói Jacobsen, sum sambært faroesoccer.com í dag spældi fyri 60. ferð í næstbestu deildini.

 

Sambært dystir.fo hevði FC Hoyvík sjey royndir á og við síðuna av AB málinum, meðan AB hevði átta royndir á og við síðuna av FC Hoyvík málinum. Bæði liðini vunnu seks hornaspørk.

 

Um eina viku fer FC Hoyvík at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og annan sunnudag fer AB at spæla á útivølli ímóti B71.

 

B36853018718
B71851212916
FC Suðuroy742114714
NSÍ7331111012
AB832311711
Víkingur8314161310
TB8242121010
831491210
FC Hoyvík81163184
HB80268212

 

Hósdagin 9. mai

 

NSÍ – FC Suðuroy: Leivur Zachariassen

 

Leygardagin 11. mai

 

KÍ – FC Suðuroy: Áki Leitisstein Hansen

 

Víkingur – FC Hoyvík: Dávid Waag Sjóstein

 

NSÍ – B36: Rúni Olsen

 

Sunnudagin 12. mai

 

AB – B71: Leivur Zachariassen

 

TB – HB: Høgni Madsen

 

 

 

 

 

Mynd: FC Hoyvík