Loksins á føroyskum: Pløyen í Hetlandi í 1839

Tað má sigast at vera ein stórhending, at ein tann mest áhugaverda bókin, sum er skrivað í Føroyum í 1800-talinum, nú er komin út á føroyskum. Hetta er frásøgnin hjá Christian Pløyen frá kendu ferð hansara saman við áhugaðum føroyingum til Hetlands, Orknoyggjar og Skotlands í 1839

Christian Pløyen (1803-1867) er farin í søguna sum ein av bestu donsku amtmonnunum, ið vit hava havt í Føroyum. Hann var amtmaður í Føroyum frá 1837-1849. Umframt var hann eisini fúti. Hann hevði eina veruliga umsorgan fyri føroyingum og var ein íðin forsprákari fyri at taka av kongaliga einahandlinum, sum hann metti vera eina forðing fyri menning í Føroyum. Í 1848 gjørd­ist hann kongavaldur limur í fyrsta grundlógargevandi tinginum, og her talaði hann eisini fyri størri sjálvræði til føroyingar. Hann var eisini við til at stovna Føroya Spari­­kassa í 1832. Og so yrkti hann grinda­vísuna.
Eitt tað fremsta avrik eftir hann er bókin ”Erindringer fra en rejse til Shetlandsøerne, Ørkenøerne og Skotland i Sommeren 1839,” sum nú er týdd til føroyskt av Regin av Steinum.
Søgan um hesa ferðina er sera hugtakandi, og ikki minst inn­leið­ingin til bókina, har Pløyen skriv­ar:
”Føroya fólki, sum er mær so inni­­liga kært, og her eg vóni at eiga ikki so fáar vinir, verði henda lítla bókin vígd við bestu ynski fyri menn­ing.”
Í fororðinum til bókina sigur Pløy­en, at hann heldur seg hava skyldu til at greiða frá hesi ferðini, sum tað almenna hevur goldið. Bókin kom longu út í 1840. Hetta sigur eisini nakað um mannin!
Endamálið við ferðini var at finna hugskot um, hvussu bøtast kundi um livikorini í Føroyum. Tað er alment kent, at eitt úrslit av ferðini var, at føroyingar fóru at brúka línu sum fiskireiðskap. Tá var fiskivinna í Føroyum bert ein viðfáningur, meðan hon var nógv meira framkomin í Hetland.
Eitt annað nýbrot av ferðini var pinnagrevið, sum var soleiðis háttað, at bert skuldi gravast eina ferð fyri hvørja torvuna, meðan før­oyingar - við táverandi haka - máttu grava tvær ferðir.
Pløyen hevði eisini hoyrt um eina arbeiðssparandi torvpressu, sum skuldi finnast á hesum leiðum. Hann ætlaði eisini at útvega setepli fyri at fáa gongd á eplavelting í Før­oyum. Harafturat hevði hann í huga at fáa fatur á kúm og tarvum til at kunna bøta um neytaslagið í Føroyum.

Ferðin til Hetlands
Pløyen hevði tríggjar føroyingar við á ferðini og skuldu teir vera við til at seta tær nýhugsanir í verk, sum teir funnu fram til í Hetlandi. Hesir vóru Poul Joensen, av Látrinum á Eiði, Poul Joensen úr Nólsoy og Mourits Mohr úr Hoyvík. Mourits var bert 19 ára gamal og hevði fest longu 16 ára gamal. Hann bað um at sleppa við fyri egna rokning.
Ferðalagið fór úr Føroyum tann 1. juli 1839 við skipi hjá eina­handli­num. Tann 5. juli vórðu teir settir av í Leirvík.
Tað fyrsta Pløyen leggur til merkis er, at í Leirvík var munandi meira fiskaarbeiði enn í Havn, har so at siga einki lønarbeiði var.
Her sá ferðalagið saltfiskavirking av toski og longu, og Pløyen tók beinanvegin stig til, at føroyingarnir fóru at læra seg hesa framleiðsluna. Pløyen tekur til, at sjálvt um harra Ogilvy, sum framleiðarin kall­að­ist, kundi rokna við at fáa ein kapp­ingarneyta, so var hann meira enn fegin um at kunna føroyingar salt­fiskaframleiðslu.
Síðani fór Pløyen at ferðast kring um í Hetlandi. Hann kemur fyrst til Scalloway. Hagani fór hann til oynna Burra.
Á oynni Burra er nógv at síggja. Her sá Pløyen stórar stakkar av klippfiski, og ein hóp av fólki - bæði konufólk og mannfólk - sum arbeiddi fisk, eins og vit nógv ár seinni gjørdu í Føroyum. Tá var ein­asta fiskaframleiðsla í Føroyum nakað av stokkfiski. Eisini á Burra vóru teir fúsir at læra frá sær, hvussu salt- og klippfiskur varð virk­aður.

Línan í Hetlandi
Tann týdningarmesta veiðan var línuveiða við seksmannaførum. Í Hetlandi hendi tað, eftir at oyggj­ar­nar komu undir bretskt ræði, at jørðin við makt varð løgd undir nakrar fáar stórar eigarar, sum høvdu ein hóp av uppsitarum. Hesir vóru veruliga eitt slag av trælum.
Línuveiðan var so kostn­aðar­mikil, at teir fátæku uppsitararnir ikki høvdu ráð at fíggja reiðskap og bát, og tí vóru tað harramenninir, sum fíggjaðu og harvið blivu upp­sitararnir enn meira heftir at teimum, millum annað við, at teir skulu selja allan fiskin til harra­mannin fyri tann prís, sum hesin ásetti.
Hvør lína var 42 favnar og hevði 10 húkar. Hvør bátur kundi hava 120 línur, sum var knýtt saman, tá hon var sett, soleiðis sum føroyingar gjørdu nógv ár seinni. Tilsamans vóru 1.200 húkar á línuni, sum strekti 5.000 favnar. Hetta var mun­andi effektivari enn okkara snøris­veiðu.
Hetlendingar nýttu sei ella hýsu sum agn, og teir lótu agnið fjala húkin, og hetta førdi við sær, at fiskurin tók húkin saman við agninum. Føroyingar lótu agn­ið hanga niður frá buganum á húk­inum. Tá kundi fiskurin lætt­liga taka agnið uttan at taka húk­in. Hetlendsku húkarnir vóru eis­ini nógv smærri enn teir, sum før­oy­ingar brúktu. Teir vóru bert ein fjórð­ing til støddar av teimum húk­unum hjá føroyingum, men fyri tað fingu teir ikki minni burtur úr, teir fingu heldur meira.
Ein útróðrartúrur vardi í 24 tímar. Teir fóru út á morgni, og fóru so langt út, at teir sóu ikki land. Uttan kumpass og uttan at duga navigatión funnu teir leiðirnar, har línan varð sett á 100 favna dýpi. Línan hevur søkk og flot, og eftir nakrar tímar varð línan drigin aftur, og teir fóru aftur til lands.
Var nógv at fáa, varð fiskurin sum oftast avhøvdaður, so meiri fiskur kundi rúmast í bátinum. Tað var ótrúligt, hvussu stórar mongdir av fiski hesir fiskimenn kundu føra til lands. Pløyen helt, at hetta kundu okkara fiskimenn eisini gjørt, um teir brúktu línu, og um húkarnir ikki vóru so stórir, at bert teir størstu toskarnir kláraðu at gapa um teir. Føroyingar høvdu eisini tann fyrimunin, at fjøllini í Føroyum eru nógv hægri enn í Hetlandi, og tí var eisini lættari at staðfesta miðini.

Útróðrarstøðir
Fyri at stytta um teinin at rógva, høvdu hetlendingar gjørt eina skip­an, sum Pløyen heldur eisini átti at verið í Føroyum. Teir fingu sær útróðarstøðir so nær fiski­grunn­unum sum gjørligt. Her høvdu teir skúrar við koyggjum, kundu gera sær mat, og hvíla, tá møguleiki var fyri tí. Tann týdningarmesta útróðrarstøðin var norðast á Main­land, meginoynni í Hetlandi. Her støðaðust fiskimenninir í vertíðini, sum var frá mai til 12. august. Her lá væl fyri at draga bátarnar upp á land, og hiðani var høgligt at rógva norður eftir og vestur eftir. Her varð fiskurin eisini virkaður, og her fekst øll møgulig útgerð. 60 bátar kundu halda til her við 6 monnum á hvørjum t.v.s. 360 mans, umframt øll onnur, sum vóru knýtt at útróðrinum.
Tilsamans vóru upp til 3.000 fiskimenn, sum róðu út frá slíkum "haaf stations", sum tó minkaðu í týdningi, tá hetlendingar fóru at nýta sluppir heldur enn seks­manna­før.
Pløyen helt, at Oyndarfjørður og Hvannasund høvdu verið góð pláss í Føroyum til slík endamál, men, sum hann tekur til: “Hetta letur seg neyvan gera, so leingi einahandilin er so einaveldigur, sum hann er”. Eisini krevst kunnleiki til, hvussu ein slík skipan skal setast í verk. Pløyen helt, at kanska kundu vit latið hetlendingar sjálvar sett seg niður her og harvið víst okk­um, hvussu hetta skal gerast? Hilm­ar Kass hevur greitt frá, at het­lend­ingar høvdu slíkar støðir á Strond­um seinnapartin í 19. øld. Tá flutti enntá tvær kvinnur við aftur til Hetlands.

Í Skotlandi
Nú skuldi leiðin ganga til Skotlands at kanna torvpressuna. Hagar fór Pløyen við rutubátinum, sum sigldi eina ferð um vikuna til Aberdeen.
Ferðingin í Skotlandi var eisini sera framkomin. Ferðast var við postvogninum við ikki færri enn fýra hestum, so tað gekk við rúk­andi ferð! Teir vóru júst byrjaðir við jarnbreytum, sum var eitt satt ævintýr, og hetta royndi Pløyen eisini.
Aftan á nógv stríð eydnaðist hon­um at koma í samband við upp­finnaran av torvpressuni. Men her var ikki nógv at heinta. Pressan kundi bert taka eina torvu í senn. Eftir at hon var pressað, skuldi hon framvegis turkast, so her var ikki nógv at vinna, og tað frættist held­ur ikki aftur um hana.
Í Skotlandi vitjaði Pløyen eisini eitt virki, sum virkaði lýsi úr spiki. Hann keypti sær eisini fræ at hava heim til Føroya.

Til Orknoyggjar
Síðan fór Pløyen aftur til Het­lands, og hiðani fór hann til Orkn­oyggj­arnar. Fremsta endamálið við hesi ferðini tyktist at hava vera at útvega setepli. Hetta royndi hann eisini í Skotlandi, men nøgdirnar hann vildi hava, vóru ov smáar til, at tað loysti seg at senda skip við teimum. Tann stóra forðingin var, at eitt skip, sum kom til Føroyar við farmi, ikki kundi taka farm við sær heim aftur. Hesum forðaði einahandilin fyri. Men nú fekk hann bílagt 350 tunnur av seteplum.
Pløyen royndi eisini at bøta um ferðasambandið millum Føroyar og Danmark umvegis Hetland. Tað var nú sera óhøgligt ikki at hava samband til Danmarkar í eitt hálvt ár um veturin! Men tað eydnaðist ikki at fáa gjørt nakað á hesum øki.
Um Orknoyggjarnar segði Pløy­en, at her er tað landbúnaður, sum var tann stóra vinnan, og teir høvdu eisini ein týðandi útflutning av land­búnaðarvørum. Her var tó eis­ini helt fitt av fiskiskapi.

Sildaveiða
Pløyen fer so aftur til Hetlands, har hann hittir føroyingarnar aft­ur, sum høvdu verið her alla tíð­ina. Nú greiddi Pløyen frá silda­fiski­skapinum. Sildin varð veidd við gørn­um. Á landi varð hon geld, sum vit kalla tað, og saltað í tunnur. Sild­in varð løgd í fløgur, soleiðis sum eisini varð gjørt í Føroyum nógv ár seinni. Hetta gav heilt nógv ar­beiði, serliga til konufólkini. Bert til at gera tunnur vóru 40 bøkjarar í sving.
Sildarveiðan var fyri fríar menn. Her áttu menn bát og reiðskap og vóru ikki heftir at harramonnum.
Her var eisini ein stór hollendsk sildaveiða. Tað kundu vera fleiri enn hundrað hollendsk sildaskip inn í Leirvíkini.

Føroyingar betri fyri enn hetlendingar
At enda gjørdi Pløyen sammetingar millum hetlendingar og føroyingar. Hetlendingar vóru kúgaður og und­ir­brotligir, men teir eru blíðir móti fremmandum. Størsti munurin var á konufólkunum. Klæðini hjá het­lendsku konufólkunum vóru vána­lig og ofta vóru tær skitligar. Tá var stórur munur á, at tær føroysku kvinnurnar riggaðu betur.
Íbúðarviðurskiftini vóru góð hjá tí betra slagnum, men stak vánalig hjá vanliga fólkinum. Tá var munur á, sum tann vanligi føroyingurin búði betur.
Tann 5. september var tíðin kom­in at fara heim aftur. Sendinevndin fekk serflutning heim, tí keyp­mað­urin Ogilvy lat teimum sína egnu slupp til heimferðina, og 9. september vóru teir aftur í Før­oyum, har alt framvegis ”Gud være lovet” var, sum tá teir fóru.
Tað er einki at ivast, at henda ferðin var til gagns fyri føroyingar og ikki minst fyri menninar sum vóru við. Teir blivu allir kendir fram­burðsmenn í Føroyum.
Mourits Mohr fekk eisini roynt ta inntil tá ókendu línuna, tá hann setti línu um Hoyvíkshólm og fekk fýra kalvar á. Men Mourits doyði í 1857 bara 37 ára gamal frá konu og 10 børnum. Men konan, Marin, var ikki fyri ongum. Hon stýrdi garðin í besta lagi, og doyði 90 ára gomul í 1907. Hon er fyrr umrødd í røðini Hendur ið Sleptu. Hon hjálpti enn-tá synunum Jens og Hans at keypa skip!
Pól Joensen á Látrinum (1778-1850) var úr Hósvík men kom ungur til fosturforeldur á Eiði. Hann arv­aði tey og gjørdist múgvandi og mæt­ur maður við góðum sambandi til embætismenn í Havn.
Poul Joensen (1791-1851), Poul í Búð, lærdi til snikkara í Danmark. Hann bygdi fleiri skip. Tað vóru javnan boð send eftir honum til serligar uppgávur sum kirkjusmíð
Sum sagt er hetta ein hugtakandi bók, sum eigur at verða lisin av øll­um. Føroyska útgávan hev­ur notur, nærri frágreiðingar, navna­skrá, kort og myndir, og hetta ger hana eyka virðismikla.
Bókin skuldi eisini kunnað stimbra áhugan fyri grannar okk­ara fyri sunnan, sum vit fyrr á døg­um høvdu meira samband við enn nú. Hetta var serliga galdandi fyri Hetland, sum til dømis við síná­millum fótbóltskappingum, sum vinaløg eisini komu burtur út.
Forlagið er Stiðin. Bókin kostar kr. 250.
-----------
Komandi partur
Vegna høgtíðina verður Miðvikan ikki aftur fyrr enn 9. januar. Tá verða tveir partar um Bærentsen ættina á Sundi