Loksins skal Villingardalsvegurin asfalterast

30. januar boðaði Tórshavnar kommuna frá, at Villingardalsvegurin fór at verða stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu, tí Fjarhitafelagið skuldi leggja rør í vegin. Á skeltinum við rundkoyringina við Berjabrekku stóð, at arbeiðið fór væntandi at vara í ein mánað, men 1. mars var Fjarhitafelagið einans komin ein part av vegnum oman eftir Villingardalsvegnum.

 

Les eisini: Leggja fjarhita í Villingardalsvegin

 

Í mars varð sagt, at tað allatíðina var ætlanin, at Villingardalsvegurin skuldi asfalterast í mai mánað.

 

Les eisini: Villingardalsvegurin verður stongdur til í mai.

 

Ikki fyrr enn út í mai mánað vóru menninir hjá Articon, sum hava gjørt arbeiðið fyri Fjarhitafelagið, komnir allan vegin oman eftir Villingardalsvegnum til Norðara Ringveg. Men hvat, tá vildi kommunan leggja nýggja kloakkleiðing til niðastu býlingarnar á Villingardalsvegnum, so ein partur, eini hundrað metrar ella so, mátti gravast upp aftur og kloakkrør leggjast í.

 

Les eisini: Grava Villingardalsvegin uppaftur

 

Íbúgvarnir við Villingardalsvegin hava ilskast um, at teir, sum ein segði, hava búð í einum dustskýggið í skjótt eitt hálvt ár, men nú er líkt til, at endin er nær.

 

Tórshavnar kommuna hevur nú boðað frá, at nú verður farið undir at slætta vegin og so skal niðasta lagið av asfalti, berilagið, leggjast á áðrenn ólavsøku.

 

Kommunan hevur gjørt eina avtalu við Fjarhitafelagið, um at allur Villingardalsvegurin skal dagførast, tað vil siga, at asfalt skal leggjast á og gongubreyt gerast báðumegin vegin. 

 

Eftir ólavsøku skulu kantsteinar leggjast báðumegin Villingardalsvegin og síðani skal slitlag leggjast oman á berilagið og gongubreytirnar skulu asfalterast. 

 

Alt arbeiðið skal eftir ætlan verða liðugt 20. august.