Loksins sloppin framat Douma

Altjóða eygleiðarar úr ST-stovninum OPCW eru í dag slopnir framat býnum Douma. Tað upplýsir russiska uttanríkisráðið, sambært bretsku tíðindastovuni BBC. Douma hevur seinastu vikurnar verið miðdepil í einum stríði millum USA, Frakland og Bretland á eini síðuni og Russland og Sýria á hini.


Farnu vikuna hevur toymið hjá OPCT bíðað í sýriska høvuðsstaðnum eftir at fáa atgongd til býin, ið Sýria og Russland hava ræðið á. Endamálið við vitjanini er at staðfesta hvat hendi fyri tveimum vikum síðan.


Vesturlendsku londini ákæra sýriska stjórnarherin fyri at hava brúkt kemisk vápn í einum álopi á býin 7. apríl. Mett verður at 40 fólk doyðu í álopinum.


Russland og Sýria hava noktað fyri hesum, men kortini endaði tað við, at USA, Bretland og Frakland seinasta vikuskiftið bumbaðu fleiri hernaðarlig mál í Sýria. Eitt álop, ið mest hevði til endamáls at gera greitt, at alheims samfelagið ikki góðtekur nýtsluna av kemiskum vápnum.