Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 13.09.2018 (20:54)

Hildu ikki springarar á Skálafjørðinum til í kvøld kortini

Í kvøld var ein bólkur av springarum rikin inn eftir Skálafjørðinum. Ætlanin var at halda springararnar til, men talan var um so fáar og smáar springarar, at avgerð varð tikin um at lata teir fara aftur.

 

- Tummas T kom fram á nakrar springarar, men teir vóru so lítlir, at einki bleiv gjørt við teir og grindaformenninir lótu teir fara, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.

 

Nakrir fáir springarar rendu seg á land í Søldafjørði, men hesir smáu springararnir vórðu riknir út á fjørðin aftur.

 

Seks bátar vóru við í rakstrinum, og har vóru millum 10 og 15 springarar í bólkinum. 

 

- Høvdu teir verið í hampiligari stødd, so høvdu vit hildið teir til, sigur sýslumaðurin.

 

Hóast nógv rok og kjak hevur verið í seinastuni, hvørt tað er rætt at drepa springarar í Føroyum ella ikki, hevði Jacob Vestergaard ikki kunnað droymt um, at latið seg ávirka av hesum atfinningunum.

 

- Eg kundi ikki droymt um at umhugsað ikki at hildið teimum til. Her hevur einki rok verið, tað eru bara fólk, sum vilja skapa órógv um grindadrápið í Føroyum, sigur Jacob Vestergaard.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her