Leita á in.fo

Louise Lindenskov arbeiðir í lokala heilsukosthandlinum

Pætur Hjalmar Evensson 14.09.2018 (10:47)

Louise og Dagmar liva í einum vistfrøðiligum samfelag

Vit eru stødd í einum staði norðast í Sælandi í Danmark, har mann heilsar uppá sín granna, har børnini renna frítt runt, har húsini eru sjálvgjørd, og har vistfrøðin og burðardygdin verða sett í hásæti. 

 

Staðið kallast Dyssekilde og er eitt alternativt vistfrøðiligt býarsamfelag.

 

Louise Lindenskov er ein av fleiri føroyingum, sum hava sín gerandisdag her. Fríheitin og felagsskapurin í vistsamfelagnum minnir hana um Føroyar.

 

- Dyssekilde minnir meg onkursvegna øgiliga nógv um at vera í Føroyum. Um eg gangi ein túr gjøgnum býin, so kenni eg næstan øll. Her er altíð okkurt at gera, og mann nýtist so ikki at keða seg her, sigur Louise Lindenskov, sum arbeiðir í lokalu heilsubúðini í Dyssekilde, har stórt úrval av vegetariskum og vistfrøðiligum vørum er.

 

Í Vikusskiftis Sosialinum er ein longri reportasja frá Dyssekilde, har vit fylgja Louise Lindenskov í nakrar tímar og hitta íbúgvar í alternativa vistsamfelagnum, og ein teirra er Dagmar Sørensen úr Havn.

 

Sí myndir frá hugnaliga, kreativa og hugkveikjandi Dyssekilde niðanfyri.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her