Í Fiskimálaráðnum vísa tey á, at støðan í løtuni er hon, at nógv føroysk skip eru til fiskiskap eftir sild, og skip hava ligið og bíðað eftir landingartørni. Tí verður frávik nú gjørt - fram til 22. november.

Loyva nú skipum at landa sild uttanlands

- Nú er kunngerð lýst, sum loyvir skipum at landa sild uttanlands fram til 22. november, sigur Fiskimálaráðið.

Í Fiskimálaráðnum vísa tey á, at støðan í løtuni er hon, at nógv føroysk skip eru til fiskiskap eftir sild, og skip hava ligið og bíðað eftir landingartørni. Tí verður frávik nú gjørt - fram til 22. november.

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur nú lýst broyting í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum loyvir skipum at landa sild uttanlands fram til 22. november 2023.

- Sjófeingislógin ásetir, at øll veiða, undantikin 15%, hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi skal landast um bryggjukant í Føroyum. Landsstýrismaðurin kann gera reglur, har loyvt verður í ávíst tíðarskeið at landa uttanlands, eitt nú  vegna vantandi móttøkuorku í háárstíð.

Í Fiskimálaráðnum vísa tey á, at støðan í løtuni er hon, at nógv føroysk skip eru til fiskiskap eftir sild, og skip hava ligið leingi og bíðað eftir landingartørni. 

Við atliti til hesa støðu hevur Dennis Holm, landsstýrismaður, tikið avgerð um at gera frávik frá galdandi áseting um, at allur fiskur skal landast í Føroyum.

- Sostatt verður loyvt, at føroysk skip fram til 22. november 2023 kunnu landa sild uttanlands, sigur landsstýrismaðurin.