fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.2m/s

Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 13.10.2018 (23:00)

Lukas er tvífaldur heimsmeistari í Counter-Strike

23 ára gamli Lukas Egholm Rossander, sum hevur føroyska mammu, er ein sonn heimsstjørna í e-sporti. Hann er partur av víðagitna danska Astralis liðnum, sum fyri stuttum vann heimsmeistaraheitið í skjótispælinum, Counter-Strike: Global Offensive.

 

Í Vikuskiftis Sosialinum fortelur hann um, hvussu tað var at vinna størstu kappingina í Counter-Strike í heiminum fyri aðru ferð, og eisini fortelur hann um lívið sum yrkisgeymari.

 

- Tað krevur ótrúliga nógv at vera yrkisgeymari. Tað snýr seg ikki bara um at sita framman fyri einari teldu átta tímar um dagin, sigur Lukas, sum bæði hevur fysioterapeut, kostráðgeva, ítróttasálarfrøðing og fjølmiðlafólk aftanfyri seg. 

 

Les longri samrøðu við hálvføroyska heimsmeistaran í Vikuskiftis Sosialinum, har stórt tema er um e-sport, sum enn ikki er ein ítróttagrein í Føroyum, eins og tað er í fleiri øðrum londum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her